Nevndir

§6. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommunurnar verða hesar nevndir skipaðar:

  • Fíggjarnevnd
  • Teknisk nevnd
  • Trivnaðarnevnd
  • Havnarnevnd
  • Vinnunevnd

Stk. 2. Til ummælis í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum verður vald

  • Mykinesnevnd

 

§7. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál.

Stk. 2. Kommunustýrið tekur avgerð um, hvussu møgulig træta verður loyst millum nevndirnar.

 

§8. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktum. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

Stk. 2. Viðvíkjandi fíggjarætlan og eykajáttan gera føstu nevndirnar gjøgnum fíggjarnevndina tilmæli til kommunustýrið.

Stk. 3. Bygdaráðslimir kunnu seta nevndarformonnunum skrivligan fyrispurning viðvíkjandi málum, sum eru beind í nevnd. Fyrispurningurin skal vera nevndarformanninum í hendi 14 dagar fyri næsta fund.