Børn og ung

Barnagarður

Dagstovnurin Alvalon er ein integreraður stovnur við børnum frá 0 – 7 ár.

Alvalon lat upp 28. august 2006 og tað vóru uml. 115 børn og 28 starvsfólk, ið byrjaðu tá. Barna- og starvsfólkatalið broytist frá ár til ár. Summarið 2022 eru 94 børn og 31 starvsfólk.

Vitja heimasíðuna hjá dagstovninum á www.alvalon.fo

Skúli

Tann parturin, sum ungfólk í dag kalla Nýggi skúli, varð vígdur 11. novembur 1989, júst 32 ár aftaná vígsluna av eldra nýggja skúlanum. Hesin skúlin er 1700 fermetrar. Í niðaru hæddini eru træ- og jarnsmíðstova, skúlakøkur og stór bókagoymsla. Í ovaru hæddini eru alis- og evnafrøðistova, serstova, tvær skúlastovur og uppihaldsstova, sum kann leggjast saman við aðrari skúlastovuni til smærri framførslur o.a. Eisini er nýggj fimleikarhøll, sum hevur eina gólvvídd uppá 18 x 22 metrar ella 396 fermetrar.

Vitja heimasíðuna hjá Sørvágs skúla: www.sorvagsskuli.fo.

Frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin er eitt tilboð til børn frá 1. flokki, til og við 3. flokk, og heldur til í Sýsluni 

Sýslan ungdómshúsið

Upplatingartíðir hjá Sýsluni

  • Mándag og mikudag kl.17.00-20.00 (4. - 5. flokkur)
  • Týsdag og hósdag kl.18.00-22.00 (6. - 7. flokkur)
  • Fríggjadag kl.19.00-01.00 (8. flokkur og upp til 18 ár)

Borgarhjørt Larsen, leiðari tlf. 233248

Brynhild Jacobsen, varaleiðari tlf. 233247

syslan@sorvag.fo

Barnarverndartænastan

Meta tygum, at tygum hava tørv á ráðgeving, kunna tygum ringja til Barnaverndartænastuna á tel. 34 44 30 ella skriva til teldupost til bvt@vaga.fo

Um barnaverndartænastuna

Barnaverndarnevndin:

Hanna Helena Simonsen, forkvinna

Laila í Løðu, næst forkvinna

Gunnar Nattestad, nevndarlimur Avtala millum Sørvágs- og Vága kommunu um skipanan av Barnaverndartænastu.

Barnaverndarlógin "Løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021" er at finna á Logir.fo

Endamálið

Endamálið við barnaverndarlógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Lógin fevnir um børn og ung í aldrinum frá 0 til fylla 23. árið. Somuleiðis fevnir lógin um ófødda barnið.

Fráboðast skal eisini um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært lógini, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.

Myndugleikarnir skulu leggja dent á at finna loysnir, sum eru best fyri barnið.

Lógin er galdandi fyri børn, ið eru stødd í Føroyum.

Barnaverndartænastan hevur ábyrgd av, eftir fráboðan ella av sínum eintingum, at gáa eftir børnum í kommununi, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, og av at seta fyriskipanir í verk, sum á besta hátt kunnu loysa trupulleikarnar.

Barnaverndartænastan skal veita barninum tryggleika á tann hátt, at barnið kann venda sær til barnaverndartænastuna við sínum trupulleikum, uttan at hetta verður fráboðað foreldrum ella verja.

Barnaverndartænastan skal í størstan mun stremba eftir at fáa samstarv í lag við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, um at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk. Um tað ikki verður mett at vera ráðiligt at halda áfram við fyribyrgjandi fyriskipanum í samstarvi við foreldrini, skal barnaverndartænastan taka stig til, at aðrar fyriskipanir uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, verða settar í verk.

Barnaverndartænastan skal skipa fyri tvørfakligum samstarvi ímillum teir fakbólkar, sum starvast við børnum í barnaverndarøkjunum, undir hesum sosialráðgevarar, heilsusystrar, læknar, lærarar, sálarfrøðingar og námsfrøðingar

Fráboðanarskyldan

Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.

Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk.

Barnaverndartænastan skal boða fráboðara, hvørt fráboðanin er móttikin.

Fakfólk eru ØLL, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Tað eru lærarar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, tannlæknar, læknar, sálarfrøðingar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, sosialráðgevar, dagstovnaleiðarar, dagrøktarar og prestar. Hugtakið fakfólk fevnir eisini um onnur, ið hava við børn at gera í teirra starvi, t.d. privat, ið veita sosiala tænastu ella ráðgeving í atferðartrupulleikum, uppaling og umstøðum hjá børnum.

Starvsfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.

Øll hini: Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.

Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. Bóklingur um fráboðanarskyldu kann takast niður her.

Revsing

Tann, sum verður varugur við, men ikki boðar barnaverndartænastu frá, at foreldur ella annar uppalari misrøkir, meinslar, misnýtir ella aðramáta fer so við barni, at stórur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, verður revsaður við bót ella hefti upp til tríggjar mánaðir.

Tann, sum forðar fyri, at fyriskipan ella kanning eftir hesi lóg verður sett í verk ella útint, ikki gevur upplýsingar ella gevur viðkomandi barnaverndartænastu, Høvuðsbarnaverndarnevndini ella almennum myndugleika rangar ella villeiðandi upplýsingar um viðurskifti, sum lógin umrøðir, verður revsaður við bót og, um talan er um grovt brot, við hefti í upp til tríggjar mánaðir.

Tann, sum fer soleiðis við egnum barni, fosturbarni ella barni, sum honum er latið upp í hendur sambært hesi lóg, at stórur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, verður revsaður eftir § 213 í revsilógini.

 

Starvsfólk

Karin Joensen, Leiðari

Jónley Poulsen, Málsviðgerði og SSP samskipari

Ásla Leila Johansen, Skrivstovufólk

Marjun E. Højgaard, Familjuráðgevi

Edhel Lauritsen, Sosialráðgevi

 

Barnaverndarnevndin

Laila í Løðu

Gunnar Nattestad

Hanna Helena Simonsen

Tiltakslimir:

Birita Petersen

Sveinur Thomassen

Ingun Joensen

 

Samstarvsnevndin fyri Barnaverndartænastuna í Vágum

Bjarni Prior, Vága kommuna

Eyð Ellingsgaard, Sørvágs kommuna

Rósa Samuelsen, Vága kommuna

Jóhan Mikkelsen, Sørvágs kommuna

Karin Joensen, skrivari

Dátuverndarkunning kann lesast við at klikkja á her

 

Kvøldskúli

Telefon: 23 32 22

Musikkskúli

Musikkskúlin í Vágum er partur av Musikkskúlaskipanini í Føroyum.

Í løtuni telur Musikkskúlin í Vágum gott og væl 130 næmingar.

Vitja heimasíðuna hjá Musikkskúlanum á www.vagamus.fo.

Svimjihøll

Øll skulu upp úr hylinum 15 min. áðrenn tað steingir.

Upplatingartíðir í svimjihylinum fram til 23. juli.

Svimjihylurin verður stongdur frá 24. juli til skúlin byrjar aftur.

  • Týsdag kl.12.00-15.00
  • Mikudag kl.17.00-20.00 (familjusvimjing kl.19.00-20.00)
  • Hósdag kl. 12.00-15.00
  • Leygardag kl.10.00-15.00

Heimasíða á Facebook: Svimjihylurin í Sørvági