Fundarskrá

§5. Borgarstjórin skipar fyri, at fundarskrá verður send hvørjum kommunustýrislimi í seinasta lagi 4 dagar frammanundan, at vanligur fundur skal verða.

Stk. 2. Um limur í seinasta lagi 8 dagar framman undan vanligum fundi skrivliga hevur biðið um viðgerð av einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skránna til komandi fund.

Stk. 3. Tá ið eitt mál er sett á skránna til ein regluligan kommunustýrisfund, skal tað tilfar, ið er neyðugt at gera sær eina meting um málið, um tað ikki longu er sent kommunustýrislimunum, verða lagt fram á kommunuskrivstovuni minst 3 arbeiðsdagar áðrenn fundin. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera til skjals.

Stk. 4. Samstundis sum boðað verður til eykafund , letur borgarstjórin í so stóran mun, sum tilber limirnar vita, hvørji mál koma til viðgerðar á fundinum. Avgerð um eykafund verður almanna-kunngjørd, um høvi er til tess.

Viðtøkuføri, fundarleiðsla og fundarsiður

§6. Kommunustýrið er viðtøkuført, tá ið minst helvtin av limunum eru á fundi.

Stk. 2. Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin, leiðir kommunustýrisfundirnar. Hann tekur avgerð í øllum spurningum um samráðingarleiðslu, og hann ansar eftir, at fundirnir fara sømiliga fram. Eisini ger hann av, hvussu spurningarnir, ið atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.

Stk. 3. Hann, ið ynskir at røða á fundinum, skal venda sær til borgarstjóran, ið letur limirnar røða í teirri raðfylgju, teir hava biðið um orðið. Um fleiri biðja um orðið í senn, avgerð borgarstjórin raðfylgjuna.

Stk. 4. Hvør limur eigur at lýða avgerðum borgarstjórans, tá talan er um at halda vanligan fundarsið. Er limur 2 ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann kommunustýrið, eftir uppskoti borgarstjórans, nokta honum orðið á hesum fundi.

Stk. 5. Øll uppskot til samráðingar verða sett borgarstjóranum. Tá ið borgarstjórin heldur orsøk verða til tess, ella tá 3 limir krevja tað, skal orðaskiftið verða lagt niður og uppskotið sett undir atkvøðu, so at endi kann verða fingin á samráðingunum.

Stk.6. Borgarstjórin kann lata kommunustýrið gera av mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.

§7. Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og kann hann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger kommunustýrið av, í hvørjari raðfylgju málini skulu verða viðgjørd, um minst 3 limir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.

Stk. 2. Tá kommunustýrisfundir byrjar, kann einhvør limur krevja orðið til fundarskrá, eisini viðvíkjandi spurningum um mál, ið eru ætlað at verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, ístaðin verða viðgjørd á almennum kommunustýrisfundi.

§8. Eitt mál verður bert viðgjørt einaferð, um ikki annað er ásett í lóggávuni, ella kommunu-stýrið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt tvær ferðir. Ársfíggjarætlanin skal tó verða viðgjørd tvær ferðir, sbr. §39 í kommunustýrislóguni.

Stk. 2. Við fyrstu viðgerð verður ikki atkvøtt um endaliga úrslitið í málinum, men einans um tað skal fara til aðru viðgerð. Hvør limur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál, áðrenn kommunustýri tekur avgerð um, at tað skal fara til aðru viðgerð. Frá fyrstu til aðru viðgerð skulu ganga minst 24 tímar. Frá fyrstu til aðru viðgerð av fíggjarætlanini skulu ganga minsta lagi 14 dagar, sbr § 39 í kommunustýrislóguni.

Stk. 3. Tá eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið – aftaná fyrstu viðgerð – um tað er møguligt, verða løgd fyri limirnar.

Stk. 4. Mál kunnu koma til umrøðu á afturlatnum fundi í fyrsta umfari og til viðgerðar á almennum fundi í øðrum umfari.

Luttøka limanna í samráðingum og atkvøðugreiðslu

§9. Kommunustýrislimur hevur skildu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni.

Stk. 2. Kommunustýrið ger av, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum limi, at hann ikki eigur at taka lut í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni málinum viðvíkjandi. Um so er, skal avvarðandi fara út úr fundarhølinum, meðan máli verður viðgjørt; tó kann honum ikki verða noktað at taka lut í samráðingunum og atkvøðugreiðsluni viðvíkjandi spurninginum, um hann skal fara av fundinum undir málsviðgerðini.

Stk. 3. Limir kunnu bert vera við í atkvøðugreiðsluni, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.

Atkvøðugreiðsla, broytingaruppskot og eykabroytingaruppskot

§10. Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at limirnir reisa seg ella rætta hondina upp, og eftirkanning verður gjørd.

Stk. 2. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt uppskot er samtykt tá meirilutin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið fallið. At greiða atkvøðu merkir antin at atkvøða ja ella nei.

Stk. 3. Heldur borgarstjórin, at eitt mál liggur so greitt fyri, at atkvøðugreiðsla er óneyðug, sigur hann sína áskoðan um, hvussu málið kann verða avgjørt. Krevur eingin limur tá atkvøðu-greiðslu, kann borgarstjórin gera av, at málið er avgjørt samsvarandi hansara áskoðan.

Stk. 4. Biður limur um skrivliga atkvøðugreiðalu er mannagongdin henda:Val fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu á seðlum, sum borgarstjórin bítur út. Um borgarstjórin heldur, at kommunustýrið fer at velja ella endurvelja eitt ávíst valevni, kann hann skjóta upp, at avvarðandi verður valdur uttan atkvøðugreiðslu, krevur eingin limur tá skrivliga atkvøðugreiðslu, er valevnið, ið uppskotið, valt.

Stk. 5. Skrivlig atkvøðugreiðsla verður fyriskipa soleiðis, at møguleiki er hjá eftirlitis- myndugleikanum at staðfesta hvat hvør einstakur kommunustýrislimur hevur valt.

§11. Broytingar og eykabroytingaruppskot kunnu verða sett fram, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað, og ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir 1. viðgerð av einum máli, sum skal verða viðgjørt 2 ferðir, sbr. tó stk.2.

Stk. 2. Í málum, sum skulu verða viðgjørd 2 ferðir, kann kommunustýrið samtykkja at seta eina tíðarfreist fyri at seta fram broytingaruppskot, og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskot, og um so er, kunnu slík ikki verða sett fram aftaná at freistin er úti, uttan at kommunustýrið við atkvøðumeiriluta gevur sítt samtykki hesum viðvíkjandi.

Stk. 3. Um broytingar – og eykabroytingaruppskot ikki eru gjørd limunum kunnug, áðrenn tey koma til 2. viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotinum beinan vegin, samráðingarnar byrja – um nakað uppskot er.
Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju atkvøtt verður um broytingaruppskotini, men kortini soleiðis, at atkvøðugreiðsla um tey, altíð fer fram, áðrenn atkvøtt verður um høvuðsuppskotið.

Stk. 4. Uppskot um nevndarval og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd, ella til víðari viðgerð í eini fyrr valdari nevnd, kunnu verða framsett, so leingi atkvøðugreiðsla um málið ikki er byrjað. Verður slíkt uppskot sett fram, aftaná at samráðingar eru byrjaðar, verða hesar steðgaðar, og tekur kommunustýrið so støðu til, um málið skal fara til nevndarviðgerð.

Meirilutaval

§12. Við meirilutavali er tað valevni valt, ið fær meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum. Fæst slíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt um aftur. Fær heldur eingin hesaferð meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum, verður bundið val millum teir báðar, sum við aðru atkvøðugreiðslu fingu flestar atkvøður, tó soleiðis, at um teir hava líka nógvar atkvøður, verður kastað lut um, hvørjar tveir atkvøtt skal verða um við tað bundna valið. Er atkvøðutalið eins við bundnu atkvøðugreiðsluna, verður avgerð tikin við lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri.

Lutfalsval

§13 Tá kommunustýrið skal velja tveir ella fleiri limir í eina nevnd, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.

Stk. 2. Lutfalsval fer fram eftir hesum reglum:
Limir kommunustýrisins býta seg í bólkar og limirnir í hvørjum bólki hava frammanundan boðað borgarstjóranum frá, at teir vilja atkvøða saman við valið, ið skal fara fram. Limatalið í hvørjum bólki verður býtt við 1,2,3 o.s.fr. Býtingartalið, ið tá kemur fram, ásetur í hvørjum rað hvør bólkur sær kann velja síni umboð. Eru 2 ella fleiri býtingartøl eins stór, verður raðfylgjan avgjørd við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri. Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir at siga borgarstjóranum frá beinanvegin, hvør skal verða teirra umboð. Sigur ein bólkur frá sær rættin til at seta eitt ella fleiri umboð, verða ósettu plássini býtt ímillum hinar bólkarnar á sama hátt, sum tilskilað er omanfyri.

Stk. 3. Tá ið nevnd skal vera vald, har limirnir skulu vera bæði úr kommunustýrinum og uttanfyri, fer valið fram í senn millum teir limir, kommunustýrið skal velja. Í tí rað, sessirnir lutast einum bólki, kann hesin tilnevna limir ella ikki – limir í kommunustýrinum, til annað slagið av sessum er sett.

Stk. 4. Har borgarstjórin er fastur limur í nevnd, stjórn ella tílíkum, sum kommunustýrið velur, verður sessur hansara at rokna sum ein av teimum sessum, sum bólkur hansara hevur rætt til.

Stk. 5. Fer kommunustýrislimur í valskeiðinum úr eini nevnd, har hann er valdur av einum ávísum bólki, skal hesin bólkur seta mann í hansara stað.

Stk. 6. Hevur limur havt forfall í meira enn 14 samfullar dagar, kann bólkur hansara seta annan í hansara stað.

Stk. 7. Tilnevnir kommunustýrið í semju ella uttan atkvøðugreiðslu ein lim í nevnd, stjórn ella tílíkt, skal samstundis avgerð verða tikin um, hvør bólkur skal fáa avvarðandi sess, um hann verður leysur, sbr. Stk. 5.

Fundarbókin o.a.

§14. Samtyktir kommunustýrisins verða skrivaðar í fundarbókina.

Stk. 2. Hvør limur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í fundarbókina, og tá tað snýr seg um mál, ið skulu verða send til annan myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndugleikin verður gjørdur kunnigur við, tað sum stendur í fundarbókini.

Aðrar fyriskipanir

§15. Hvør limur hevur skyldu til, meðan kommunustýrisfundur fer fram, at halda seg til tað avgerð, sum borgarstjórin tekur, viðvíkjandi fatan av tí, sum er fyrisett í hesi fundarskipan. Tó kann málið verða lagt fyri kommunustýrið á næsta kommunustýrisfundi.

Broytingar í skipanini

§16. Henda fundarskipan kemur í gildi fyri Sørvágs kommunu tann 5. november 2002.

Kommunustýrið skal viðgera uppskot til broytingar í ella ískoyti til fundarskipan á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.

Samtykt á kommunustýrisfundi tann 12. september 2002 og tann 4. november 2002

Broytingar samtyktar á fundi tann 25. januar 2012 og tann 23. februar 2012.