Vesturvón: 4 nýggir vegleiðarar

Vit hava nú fingið 4 nýggjar vegleiðarar innan røktina, og hevur hetta við sær, at vit framyvir kunnu taka ímóti enn fleiri lesandi á Vesturvón.

Í seinastuni er fleiri ferðir miðla um, at vit í framtíðini gerast enn fleiri eldri, og at tað verða færri og færri, sum eru at røkta tey.

Á Vesturvón ynskja vit framyvir at kunna bjóða enn fleiri lesandi til okkara, soleiðis at vit, á tann hátt, kunnu viðvirka til, at vit verða fleiri, sum lyfta uppgávuna.

Vit ynskja at hava fakfólk, sum kunnu verða um og røkta okkara aldrandi borgarum, eisini í framtíðini.

Tí er tað við gleði, at vit í dag kunnu hátíðarhalda, at vit nú hava útbúgvið ein kliniskan vegleiðara innan sjúkrarøkt, tveir vegleiðarar innan heilsurøkt og ein vegleiðara innan heilsuhjálparaútbúgvingina.

Mikudagin var hátíðarløta, har allar fingu blómur og vóru ynsktar til lukku við útbúgvingini.

Hjartaliga til lukku allar og blíðan byr.

 

Miðvágur 26. mars 2021.

Jóngerð M. Nielsen, stjóri

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18