Farloyvisstarv sum menningarleiðari hjá Visit Vágar

Í samband við barnsburðarfarloyvi, er eitt spennandi starv sum menningarleiðari leyst at søkja.

Vága og Sørvágs kommunur eru í gongd við at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum. Menningarleiðari er settur hjá menningarstovuni Visit Vágar, og menningarætlan er gjørd fyri økið.

 

Høvuðsuppgávurnar

Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning. Leiðarin skal arbeiða ítøkiliga og strategisk, og arbeiða við at fremja tær ætlanir, ið eru lagdar.

Fremsta uppgávan er, áhaldandi at menna infrakervi í kommununum, við m.a. skeltingarverkætlanum, gøtum, betringum av atkomu og umstøðum annars, til gagns fyri borgarar og ferðandi, eins og at menna talgildu kunningina, ið inniber støðugt at dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. Eisini er starvið umfatað av at leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum saman við veitarum.

 

Førleikakrøv

Vit leggja dent á, at umsøkjarar hava góð samstarvsevni, duga at síggja menningarmøguleikar sum eru fremjandi fyri vinnuna og tey sum búgva í økinum. Umsøkjarar skulu vera fyrikomandi og á hjálpsaman hátt megna at samstarva og samskifta við ymiskar málbólkar.

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving innan ferðavinnu, planlegging ella líknandi. Tað er somuleiðis ein treyt, at umsøkjarar hava royndir við at arbeiða við praktiskari ferðavinnumenning.

Gott hegni at arbeiða við heimasíðu er eisini viðkomandi, eins og neyðugt er at duga væl at málbera seg skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

 

Arbeiðsumstøður og -løn

Starvið er fulla tíð og verður skipað við støði í samstarvssáttmála millum Vága og Sørvágs kommunur. Starvið er tíðaravmarkað í 1 ár sum barnsburðarfarloyvisstarv. Starvsstaðurin er á skrivstovunum hjá kommununum. Lønin er sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið/Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn

Umsóknir til starvið við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. februar 2021 á middegi, kl. 12:00. Samrøður verða somuleiðis í viku 8.

Starvið verður sett frá 1. apríl, ella eftir nærri avtalu.

Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Viðmerk "Farloyvisstarv Visit Vágar" á umsóknina.

 

Samband og upplýsingar

Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við menningarleiðaran Tordis á Rógvi Simonsen á tlf. 213455.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18