KUNNGERÐ

Atkvøðugreiðslan í Sørvágs kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður á bókasavninum í Sørvágs skúla.

Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 9. november 2020.

Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men boðað má verða frá á Kommunuskrivstovuni til. 363200 í seinasta lagið kl. 12.00 henda dagin.

Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.

Valstýrið í Sørvágs kommunu

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18