Kunning um verkstovu í ferðavinnumenning

Verkstova í produktmenning innan ferðavinnu í Vágum og Mykinesi

Visitvágar, Sørvágs kommuna og Vága kommuna skipa fyri verkstovu í produktmenning og prísáseting innan ferðavinnu í Vágum og Mykinesi.

 

Tíð og stað

Leygardagin 31. oktober kl. 9:30-16:30 í skúlanum á Giljanesi.

Kostnaður kr. 250,-

Seinasta freist at melda til er mikudagin 28. oktober 2020.

Meldið tykkum til her: https://golocal.atgongumerki.fo/webshop/event/1170558/order/info

 

Skeiðshaldari

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, verlætlanarleiðari fyri strategi- og menningarætlanini fyri Vágar og Mykines.

Við støði í sínum hollu arbeiðsroyndum og útbúgving innan ferðavinnu og marknaðarføring fer hon at hava frálæru í ferðavinnumenning, storytelling, prísáseting, sølu og marknaðarføring innan ferðavinnu.

 

Skeiðið inniheldur hesi øki

  • Tað góða hugskotið
  • Branding
  • Storytelling, søla og marknaðarføring
  • Prísáseting og optimering

 

Skeiðið er ætlað borgarum og ferðavinnuaktørum í Vágum í Mykinesi.

 

Skrá

  • 09.30-10:00
    Kaffi og intro

  • 10:00-11:00
    Tað góða hugskotið (innovatión, USP, Søgurnar, finn tað serliga)

  • 11:00-11:15
    Branding – The Why (Business modellin, skil teg burturúr)

  • 11:15-12:00
    Storytelling, søla og marknaðarføring (bygnaður í ferðavinnuni, netto-brutto prís, sølukanalir, provisiónir, rollur, online og offline os.fr.)

  • 12:00-12:45
    Miðmáli

  • 12:45-13:30
    Prísáseting og optimering, value for money (Summarhús, sæsong, skiftidagar, taka hædd fyri marknaðum og málbólkum, Price fairness os.fr.)

  • 13:30-15:00
    Bólka arbeiði við produktmenning tvørtur um kommunu-, og vinnumørk.

  • 15:00-15:30
    Kaffisteðgur

  • 15:30-16:30
    Framløgur av bólkaarbeiði

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18