Rottutýning

Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum. Tí er umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til umsitingina hjá Sørvágs Kommunu, tlf. 363200, ella til John Edvin Joensen, tlf. 233214. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri.

Boðast kann eisini frá á heimasíðuni, á bjálkanum "Fráboðan". Fráboðanin verður síðani avgreidd.

Lógin um umhvørvisvernd áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livilíkindini hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi, sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.

Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.

Til ber at lesa meir um rottu á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12