Kunngerð um valevnislistar til kommunuvalið í Sørvágs kommunu tann 10. november 2020

Í Sørvágs kommunu kann ein valevnislisti hava í mesta lagi 11 valevnir.

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og mesta lagi 25 veljarum sum stillarum.
Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama lista, sum valevnini eru skrivaði á.

Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, føðingardegi og bústaði.

Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista.
Listin skal latast inn av einum stillara á kommunuskrivstovuna ella til valnevndarformannin í seinasta lagi týsdagin tann. 20. oktober 2020, innan kl. 18.00.

Sí annars §6 í kommunuvallógini.

 

Sørvágur, 29.09.2020

Oddur Petersen, form.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18