Heilsufremjandi venjingar

Fimleikurin inni á Sýnini, heilsufremjandi venjingar, fyri borgarar 67 ár og eldri, sum skuldi verið byrjaður aftur, er útsettur, og byrjar eftir heystfrítíðina. Byrja verður aftur mánadagin tann 19. oktober 2020.

Venjingartíðirnar vera mánadagar og hósdagar frá kl. 14.00 til 15.00. Bussur koyrir sum vanligt og byrjar at koyra kl. 13.00, Sørvágur – Bø – Sørvágur – Miðvágur – Sandavágur. Bussurin er ókeypis.

 

Tilmelding

Neyðugt er við tilmelding áðrenn komi verður til fyrstu venjing. Fyri at vit kunnu fylgja almennu tilmælunum um frástøðu, kunnu tað í mesta lagið verða 15 fólk hvørja ferð. Tí hava vit valt, at vit í fyrstu syftu býta liði upp í tveir bólkar. Annar bólkurin venur mánadagar og hin bólkurin venur hósdagar. Støða verður leypandi tikin, um hesar tillagingarnar vera broyttar. Tilmelding er á tlf. 793211 gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00.

 

Orsaka av Covid-19 hava vit nakrar tillagingar:

  • Neyðugt er melda til innan fyrstu venjing.
  • Í mesta lagið 15 persónar kunnu vera í venjingarhøllini í senn.
  • Vit býta liði í tveir bólkar, annar venur mánadag og hin hósdag.
  • Inngongdin í venjingarhøllini skal nýtast, tá komi verður til fimleik. Tað er inngongdin í vestara enda í kjallaranum á Sýnini. Tað er ikki loyvið at fara inn á sjálvt røktarheimið.
  • Hendurnar skulu sprittast við komu.
  • Tað er sera umráðandi at halda frástøðu uppá í minsta lagi 2 metur.
  • Man skal sjálv/ur hava vatn við heimanífrá.
  • Vit taka ikki ímóti reiðum peningi longur, tit fáa eitt skjal at útfylla til fasta bankaflyting. Kostnaðurin fyri venjingar verður: 
  • 100,- kr. um mánaðin, fyri eina ferð um vikuna.
  • Neyðugt er at skráseta seg hvørja ferð komi verður til venjing. Hetta soleiðis at tað er skjótt hjá okkum at spora aftur, um smitta skuldi komi millum okkum.


Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.

Terapeutarnir, Vesturvón

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18