Vit hava tørv á tálg

Seinast í august mánaði fekk kommunan eitt áhugvert bræv frá Helenu Heðinsdóttur Jørgensen. Í brævinum greiðir hon frá einum spákingartúri í bygdini eftir nýggjár:


14 dagar eftir nýggjárið 2020 spákaði eg ein túr í bygdini. Bygdin var vøkur og fjálg, sum hon altíð er, men tað var eitt, sum plágaði meg. Á vegnum sá eg nøkur blikk frá nýggjárinum. Blikkini vóru ikki tað ringasta, tí tey kundi eg koyra í rusk, men tey vóru farin um koll av vindinum, og tískil runnu oljurestir eftir gonguteigunum.

Ongantíð áður er varpað so nógv ljós á umhvørvið og dálking, sum tað er nú, og tískil haldi eg tað vera sera óheppið, at síggja olju sløðast í bygdini fleiri dagar eftir nýggjár. Í nýggjárssendingini 2020 varð tosað við ein ungan mann úr Kvívík. Har eru tey farin undir at nýta blikk við tálg heldur enn við olju. Tað eru fleiri orsøkir til, at Sørvágs Kommuna eisini burdi tikið stig til hetta komandi nýggjár.

  1. Nógv tálg verður burturbeind, tá slaktið er, og við at nýta tálgina, kunnu vit minka um burturkastið.
  2. Vit sleppa undan oljuni, sum misprýðir vegirnar og gonguteigarnar eftir nýggjárið.
  3. Unga ættarliðið er tilvitað um dálking, og Sørvágs Kommuna hevur tørv á ungdóminum.

 

Borgarstjórin setti seg í samband við Helenu, tí sjálvandi vóru øll í bygdaráðnum samd um, at hetta var eitt sera gott hugskot. Helena bjóðaði sær til at standa fyri verkætlanini, og hon fekk beinanvegin nógvar afturmeldingar frá fólki, sum vildu hjálpa til.

 

Nú stendur flettingin fyri durum, og Helena sóknast eftir tálg, sum skal brúkast til endamálið:

TØRV Á TÁLG

Nú nærkast slaktið, og vit skulu nýta nógva tálg til nýggjársblikkini. Um tú hevur tálg, sum annars hevði tveitt burtur, taka vit móti tí.
Vit koma at halda til í dansistovuni, og tað riggar best at taka móti tálgini eftir arbeiðstíð. Men ring endiliga 274450 ella 220538, so finna vit eina loysn.

 

Vit fara at heita á øll, sum hava tálg, ið tey ikki hava tørv á, um at lata hana til hetta góða endamálið.

Sørvágs kommuna – Vit fara væl um umhvørvið.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18