Borgarafundir um ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines

 (Trýst á myndina, og hon verður størri)

 

Komandi tíðina fara vit at halda borgararfundir í øllum bygdunum í Vágum og í Mykinesi, har borgarin kann koma við íkasti og hugsanum um ferðavinnustrategi- og menning í økinum.

Á fundunum fer verkætlanarleiðarin at kunna um burðardygga ferðavinnumenning og leggja fram hugsanir um menning og strategi í økinum og biðja um íkast, hugsanir og hugskot frá íbúgvunum.

Eisini verður eitt umboð frá hvørjari bygd valt í ein fylgibólk, sum fer at fylgja strategi-arbeiðinum.

Orsakað av koronu, er neyðugt at melda til borgarafundirnar í seinasta lagi 2 dagar undan fundinum. Um ov nógv melda til, verður eyka fundur gjørdur.

Tilmelding á leinkjuni her ella við at senda teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. har tit kunna um navn, teldupost, telefon nummar og hvussu nógv úr húskinum taka lut.

 

Oda W. Andreasen
verkætlanarleiðari


Sørvágs Kommuna, Visitvagar og Vága Kommuna

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18