Endurlýsing: Bilførari til Sørvágs kommunu

Sørvágs kommuna søkir eftir einum fólki at røkja skúlabarnakoyring við einum barni millum Sørvág og Tórshavn at byrja sum skjótast.

Kommunan hevur bil tøkan. Arbeiðstíðin er kl. 07:00-09:00 allar skúladagar. Tá ið skúlin hevur frí, er eingin koyring.

Umsøkjarin skal hava koyrikort til vanligan persónbil, reina revsiváttan og vera fyrikomandi og álítandi. Royndir frá arbeiði við børnum er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvið er tímalønt, og tímalønin er kr. 133,89 svarandi til kr. 1.338,90 fyri eina vanliga viku (10 tímar).

Nærri upplýsingar um starvið fáast á kommunuskrivstovuni á tlf. 363200.

Umsókn við revsiváttan og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11.09.2020 kl. 15:00 og sendast til:

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

ella

Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
380 Sørvági

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18