Átakið "Rudda Føroyar" í døgunum 12.-19. sept. 2020

Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama - at fáa einar ruskleysar Føroyar - verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð. Vit rudda ikki bara í ein dag, men í eina viku, frá 12.-19. september, og orsaka av koronu rudda vit saman, men hvør sær.

 

Soleiðis luttekur tú:

  1. Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september
  2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina
  3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

 

Ongar skipaðar ruddingar verða í ár, og tí verður heitt á fólk um at sjálv beina ruskið burtur á rættan hátt og at skipa fyri egnum hugnaløtum.

Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #letsdoitføroyar#ruddaføroyar2020

Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let's Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018.

Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin.

Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.

Hjálp okkum eisini at fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt, við at brúka okkara vangarammu á Facebook:

https://www.facebook.com/profilepicframes/?selected_overlay_id=703985343666418

Saman kunnu vit skapa ein ruskleysan heim.

 


 

Umhvørvisplássið í Sørvági er vanliga opið hesar dagar, um ikki annað er lýst:

  • Týsdag: 17-18
  • Fríggjadag: 17-19
  • Leygardag: 16-18

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18