Heimatænastan søkir eftir fólki til vaskaríið og reingerðingina

Søkt verður eftir

  • Starvsfólk til vaskaríið at arbeiða 31 tímar aðru hvørja viku frá 1. oktobur 2020
  • Reingerðingin 32,5 um vikuna frá 1. oktobur 2020

 

Starvsstaður

Starvsstaður er á vaskarínum og á Heiminum á Sýnini.

 

Vit vænta at

  • tú er álítandi, fyrikomandi og arbeiðssom/samur
  • tú ert ein ábyrgdarfullur persónur
  • tú ert likamliga og sálarliga væl fyri
  • tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Royndir innan vaskarí kann verða ein fyrimunur

 

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.

 

Upplýsingar um størvini

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Jóngerð M. Nielsen, leiðara á tlf. 793201.
Eisini ert tú vælkomin at senda tín fyrispurning á teldupost adressu This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Heimatænastuna í Vágum,
Kálvalíðvegur 2,
FO-370 Miðvágur

ella til

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 20. septembur 2020.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18