Borgarafundir um ferðavinnustrategi fyri Vágar og Mykines útsettir orsakað av Korona

Sum ein lutur í ferðavinnustrategi arbeiðinum fyri Vágar og Mykines, var ætlanin at halda borgarafundir í august mánaði. Tíverri hevur korona ført til, at vit mugu bíða nakað við fundunum.

Møguliga fara vit at halda onkrar fundir uttandura, men sum støðan er nú, mugu vit tíverri flyta fundirnar til seinast í september og fyrst í oktober, nærri kunning kemur seinni.

Vit vilja samstundis enn einaferð heita á øll, sum hava gisting í Vágum og Mykinesi um at fara inn á hesa leinkjuna https://visitvagar.fo/spurnarkanning/?lang=fo og kunna um gistingar fyri 2019, kanningin er duld.

Samstundis eru øll vælkomin at geva íkast til menningar- og strategiverkætlanina við at senda ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Vinarliga

Oda W. Andreasen
verkætlanarleiðari

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18