Heimatænastan í Vágum letur varisliga upp aftur

Smittustøðan í samfelagnum er munandi batnað, og er tí avgerð tikin um at lata varisliga upp aftur fyri vitjandi á Sýnini.

Frá mikudegnum 19. august 2020 verður loyvt tveimum vitjandi til hvørt búfólk. Heldur positiva gongdin viðvíkjandi nýggjum tilburðum fram, so verður frá komandi viku loyvt 6 persónum at vitja hvørt búfólk.

Skipanin við 6 vitjandi virkaði væl, áðrenn støðan broyttist fyri skjótt 14 døgum síðani, og verður tí mett heilsufakligt ráðiligt at venda aftur til hesa skipan.

Vit vilja eisini heita á vitjandi um at lata seg testa við jøvnum millumbili, og eisini innan tey koma at vitja fyrstu ferð. Starvsfólkini á eldraøkinum verða javnan testa, og saman við testingini av avvarðandi, so minkar vandin fyri smittu á Sýnini.

Viðvíkjandi terapeutiskum venjingum, so skipa terapeutarnir á økinum venjingarnar, og er hetta venjingarnar hjá búfólkið á Sýnini eins og hjá heimabúgvandi borgarum.

 

Vit fegnast um góðu gongdina, og gleða okkum at bjóða avvarðandi vælkomnum aftur at vitja á Sýnini.

 

Miðvágur, 17. august 2020

Jóngerð M. Nielsen
- leiðari Heimatænastan í Vágum

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18