Frá Magn: Til allar oljukundar í Mykinesi

Nýggj mannagongd fyri oljuveiting í Mykinesi

Tórshavn 6. august 2020

Til allar oljukundar í Mykinesi

 

Kunning um oljuveiting til upphiting á útoyggj – Mykines

Í samband við, at Sørvágs kommuna, Innlendismálaráðið, SEV og Magn hava gjørt avtalu um oljuveiting í Mykinesi, er her kunning um hvussu hetta kemur at verða fyriskipað.

 

Veita olju til upphiting og samstundis tryggja el-veitingina í oynni

Sum veitari kemur Magn at fáa olju úr goymslutangunum hjá SEV, og verður hendan koyrd út til kundar við serliga tilgjørdum tangabili. Kundar koma soleiðis at fáa somu tænastu sum inni á meginøkinum, og tað verður harvið ikki longur neyðugt ella møguligt at flyta olju í oynna við tunnum.

Fyri at tryggja, at SEV altíð hevur nóg mikið av olju til el-veitingina, er neyðugt at skipa veitingina til sethús eftir serligum leisti. Fyri at hetta skal liggja í tryggari legu, er neyðugt at kenna mettu ársnýtsluna hjá hvørjum einstøkum kunda í oynni, og hartil hjá Magn at stýra nøgd og veitingartíð á árinum eftir oljustøðuni í goymslutangunum hjá SEV.

 

Mannagongd fyri oljuveiting

Ynskja tit oljuveiting í Mykinesi verður mannagongdin hendan:

  1. Tit geva Magn upplýsing um kundanavn, bústað, telefon, epost, tangastødd, metta ársnýtslu og fáa stovnað eina konto við sjálvvirkandi áfylling
  2. Tit kunnu velja ein av tveimum gjaldsmøguleikum:
    1. Gjald fyri hvørja oljuveiting
    2. Fast mánaðargjald, sum síðan verður regulerað tvær ferðir um árið eftir nýtslu og oljuprísi
  3. Magn skipar veiting av olju til tykkum eftir júst tykkara tørvi, og vit stremba eftir at tryggja, at tangin ongantíð er tómur.

Tað verður sostatt ikki gjørligt at bíleggja olju ella at ynskja ávíst litratal í einstakari veiting, men heldur verður tað so, at Magn passar áfyllingina, og at hetta tí verður so smidligt fyri tykkum sum gjørligt, og Magn tryggjar samstundis, at oljugoymslurnar hjá SEV til el-veitingina eru í tryggari legu alt árið.

Hetta eru heilt nýggj viðurskifti, so roknast má við, at nakað av tilllaging skal til fyri at meta um røttu ársnýtsluna og soleiðis eisini at finna mest hóskandi áfyllingartíttleikan. Vónandi taka tit væl undir við hesum nýggja møguleikanum, sum væntandi fer at lætta munandi um gerandisdagin.

Tey ið ynskja at gerast partur av hesi skipan undan vetrinum 2020-2021 mugu seta seta seg í samband við Magn á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella við at ringja á 347400 í seinasta lagi 18. august 2020.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18