Tíðindaskriv um barnaansingina

COVID-19 smittan ger nú aftur um seg í føroyska samfelagnum. Staðfest er, at smittan breiðir seg skjótari enn áður, og at smittutilburðirnir eru metnógvir og í fleiri støðum í landinum - eisini her hjá okkum. Tilmælini um at halda frástøðu og hava gott reinføri eru týdningarmeiri enn nakrantíð. Hóast myndugleikarnir gera alt, sum neyðugt er, fyri at basa smittuni, so tykist tað soleiðis, at tamarhald er ikki á støðuni í løtuni.

Støðan viðvíkjandi COVID-19 er sostatt sera álvarsom, ógreið og órógvandi, og nær ein greiðari støða fyriliggur, er ringt at vita.

Alvalon hevur havt opið fyri nøkrum fáum børnum úr oynni í summarfrítíðini, og ætlanin var at lata hurðarnar upp fyri øllum børnunum í kommununi mánadagin í næstu viku – hin 10. august.

Men Sørvágs kommuna metir, at tað, - grundað á óvissuna, ið ræður í løtuni, og fyri at minka um smittuvandan, er skilabest, at virksemið á ansingarøkinum verður avmarkað næstu dagarnar, til myndugleikarnir hava fingið betri yvirlit yvir koronasmittuna, og vit vita, um tað eru fleiri her í kommununi, ið eru smittað.

Í samstarvi við leiðsluna í Alvalon er tí gjørt av, at stovnurin Alvalon letur ikki upp nú mánadagin. Ístaðin byrjar virksemið aftur mánadagin hin 17. august 2020.

Er tað onkur, ið als ikki fær havt børnini heima ella onga aðra ansing fær, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við leiðsluna á Alvalon.

Fylgt verður við gongdini í COVID-19 málinum, og støðan verður javnan eftirmett. So skjótt annað fyriliggur og onnur avgerð er tikin, verður kunnað um tað.

 

Vinarliga

Sørvágs kommuna
Aimé Jacobsen, borgarstjóri

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18