Kunning um tænastur frá Heimatænastuni í Vágum

Orsaka av fleiri smittutilburðum kring landið, smittuvegir og smittusporanin er trupul, verða nýggj tilmælir hjá Heimatænastuni í Vágum.
Meginreglan er framhaldandi at vit halda reinføri, spritta og halda frástøðu.

 

Dagtilboð Ivanshús

Borgarar sum eru tilknýttir Ivanshúsi, koma framvegis hava møguleikan at koma í Ivanshús. Hevur ein borgari sjúkueyðkenni, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við kommunulæknan, fyri at fáa eina ávísing til test, og verða heima, til hann hevur fingið svar uppá testina.

 

Fimleikur

Ongin fimleikur verður skipaður, og tað verður ikki møguligt hjá borgarum at koma inn til einkultar venjingar. Venjingarhølini verða stongd fyri venjingum.

 

Heimahjálp og heimasjúkrarøkt

Tænastan heldur fram enn sum áður. Vit heita á allar borgarar um at vísa skynsemi og at hugsa um tilmælini um reinføri, spritt og frástøðu. Um sjúkueyðkenni vísa seg, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við kommunulæknan fyri at fáa testa.

Tænastan verður veitt í samstarvið við tørvsmetarar og borgararnir.

 

Døgurðaskipan

Heimabúgvandi borgarir, sum eru í døgurðaskipan okkara, fáa døgurðan koyrdan heim sum vanligt.

 

Heimið á Sýnini

Tað er ikki møguligt at vitja á Sýnini, og verður tað frá í dag stongt fyri vitjandi.

 

Umlætting

Vit taka fyribils ikki nýggjar borgarar inn til umlætting.

 

Fótarøkt, hárfríðkan

Tað er ikki møguligt hjá fótarøkt ella hárfríðkara at koma inn til borgarar á Sýnini.

 

Tannrøkt og tannlækni

Um búfólk hava tørv á tannlækna ella tannrøktara, verður hetta avtalað millum búfólk, avvarðandi og deildarleiðaran á deildini.

 

Terapeutar

Terapeutarnir hava skerda tænastu.

 

Virksemi annars á Heiminum á Sýnini

Annað virksemi, millum annað andaktir, sangløtur, kórsangur og vitjunarvinir verður ikki møguligt enn.

 

Hesi tilmæli verða galdandi í 14 dagar frá í dag.

 

Miðvágur, tann 5. august 2020.

Jóngerð M. Nielsen
leiðari Heimatænastan í Vágum

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18