Kunngerð frá Sørvágs kommunu

Serstøk byggisamtykt (B3) fyri part av Sørvágs kommunu:
Partur av øki B: Sethús í Sørvági, verður broytt til sersamtykt B3.

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir - við seinni broytingum - verður partur av sethúsaøki B broytt til sersamtykt B3 og verða hesar ásetingar galdandi fyri útstykking undir Middagsvarða, grundøki nr. 1 til og við nr. 17 við atliggjandi fríøki, partur av matr. nr. 119x í Sørvági.

Serstaka byggisamtyktin saman við korti, tekningum og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 13. juli 2020 til 21. august 2020 báðir dagar íroknaðir.

Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommunustýrinum í hendi seinasta lagi 21. august 2020. 

 

Atkoma

  • Atkoma til hvørt grundøkini sær, er frá – ikki gjøgnum koyrandi kyrruvegum

 

Byggistig

  • Á hvørjum grundøki sær eru byggifeltir. Bygging á grundøkjum er avmarkað til byggifeltini

 

Nýtingarstig

  • Nýtingarstig sum í almennu byggisamtyktini fyri Sørvág
  • Miðskeiðis í útstykkingini er útlagt grønt fríøki. "Partarnir í tí sjálvstøðuga matrikuleraða fríøkinum, verða býttir lutfaltsliga eftir støddini á teimum einstøku grundøkjunum" (skjal 1A. Bygningskunngerðin 2017).

 

Fráleikar

  • Bygging skal nerta ásetta byggilinju
  • Fráleikar taka støði í byggifeltinum
  • Úthang kunnu í mesta lagi vera 0,5 m útum byggifeltið

 

Hæddarviðurskifti

  • Hæddir eru ásettar í byggifeltinum
  • Í ljósu feltunum má byggihæddin frá planering í mesta lagi vera 4,7m
  • Í myrku feltinum má byggihæddin í mesta lagi vera 7,5 m
  • Kjallarahædd skal í minsta lagi vera 2,3 m, ljósmát

 

Annars verður víst til almennu byggisamtyktina fyri Sørvágs kommunu.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18