Heimatænastan í Vágum økir um tænasturnar og virksemi

Góða gongdin hevur við sær, at vit økja um virksemi.
Framhaldandi er meginreglan, at vit forða fyri smittu, og hava tamarhald á smittuketuni.

 

Dagtilboð Ivanshús

Virksemi í Ivanshúsið er sum vanligt.

 

Fimleikur

Fimleikurin er farin í summarfrí.

 

Heimahjálp og heimasjúkrarøkt

Tænastan verður veitt sambært tørvsmetan.

 

Døgurðaskipan

Heimabúgvandi borgarir sum eru í døgurðaskipan okkara, fáa døgurðan koyrdan heim sum vanligt.

 

Heimið á Sýnini

Vit fara nú at økja um vitjanir og meta tað ráðiligt at lata enn meiri upp fyri avvarðandi.

Frá týsdegnum 9. juni kunnu 10 vitjandi, 10 tey somu, koma at vitja síni avvarðandi sum búgva á Sýnini.

Framvegis skulu vitjanir verða í samráð við deildina, soleiðis at deildin fær boð frá fyrsta kontaktpersóninum hvør kemur at vitja. Hetta soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa skrásett nøvn og telefonnummar hjá øllum vitjandi.

Vitjunartíðir verða skipaðar í tíðarskeiðnum dagliga kl.15-17 og aftur um kvøldið frá kl.19-21.

Eitt starvsfólk, sum er á vakt, hevur ábyrgdina av, at vísa avvarðandi inn á búrúmið, tryggja at tíðin verður hildin og at avvarðandi fara beina kós út.

Avvarðandi skulu ganga inn ígjøgnum ávísar hurðar, og spritta hendur við nærmasta sprittdunk áðrenn og eftir vitjan.

Avvarðandi skulu bara verða inni í búrúminum alla ta tíðina tey eru og vitja. Um avvarðandi hava tørv á wc vitjan, skal wc hjá teirra avvarðandi nýtast.

Vit hava ikki møguleika at bjóða kaffi/te meðan tey hava vitjan. Avvarðandi eru vælkomin at hava eitt hvørt við sær, kaffi/te ella okkurt søtt.

Starvsfólkið hevur mannagongdir, sum tey kunnað avvarðandi um, tá vitjað verður.

Fyri at minka um smittuvandan, verða flaturnar á kamarinum sprittaðar og heita vit á avvarðandi um at spritta flaturnar av, tá tey fara. Sprittdunkar og einnýtispappír er at finnað á ganginum.

 

Umlætting

Er byrjað sum áður sambært visitatión.

 

Fótarøkt

Fótarøktari er vælkomin á Heimið á Sýnini, og skulu fylgja mannagongdum inni á Sýnini.

 

Hárfríðkan

Um búfólk ynskja hárfríðkara, verður hetta gjørt í samráð við deildina. Hárfríðkari verður tá at veita tænastu á kamarinum hjá búfólkinum.

 

Tannrøkt og tannlækni

Um búfólk hava tørv á tannlækna ella tannrøktara, verður hetta avtalað millum búfólk, avvarðandi og starvsfólk á deildini.

 

Terapeutar

Terapeutarnir veita tænastu til borgarar inni á Sýnini og í egnum heimi.

 

Virksemi annars á Heiminum á Sýnini

Annað virksemi, millum annað andaktir, sangløtur, kórsangur, vitjunarvinir verður ikki møguligt enn.

 

Hesar mannagongdir verða galdandi til og við 30. juni 2020.

 

Miðvágur, tann 8. juni 2020.

Jóngerð M. Nielsen
leiðari, Heimatænastan í Vágum

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18