Heimatænastan í Vágum økir um tænasturnar og virksemi

Góða gongdin hevur við sær, at vit økja um virksemi.
Framhaldandi er meginreglan at vit forða fyri smittu og hava tamarhald á smittuketuni.

 

Dagtilboð Ivanshús

Borgarar eru aftur í Ivanshúsi og verða 2-3 at byrja hvørja viku. Borgararnir fáa beinleiðis boð frá starvsfólki í Ivanshúsi, nær teir kunnu byrja.

 

Fimleikur

Tað eru ikki møguleikar fyri at lata upp fyri stóra fimleikaliðnum enn. Terapeutarnir fara tó at bjóða ávísum borgarum sjálvstøðugar venjingar.

 

Heimahjálp og heimasjúkrarøkt

Hendan tænastan er um at verða sum áður, og er hetta í samstarvi við tørvsmetarar og borgararnar.

 

Døgurðaskipan

Heimabúgvandi borgarar, sum eru í døgurðaskipan okkara, fáa døgurðan koyrdan heim sum vanligt.

 

Heimið á Sýnini

Vit hava í tvær vikur roynt eina skipan, har í mesta lagi tvey avvarðandi kunnu vitja hvørt búfólk. Hendan skipan hevur virkað væl, og hava avvarðandi veruliga víst vælvild og fylgt ásettu mannagongdum.
Hetta er viðvirkandi til, at vit fegin vilja royna at víðka vitjanir eitt sindur meir, og bjóða makum og børnum hjá búfólkunum inn at vitja.
Hetta verður framvegis gjørt í samráð við deildina, soleiðis at deildin fær boð frá kontaktpersóninum, hvør kemur at vitja, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa skrásett navn og telefonnummar hjá øllum vitjandi.

Vitjunartíðir verða skipaðar millum kl.15 og 17 og aftur um kvøldið frá kl.19-21.
Eitt starvsfólk, sum er á vakt, hevur ábyrgdina av, at vísa avvarðandi inn á búrúmið, tryggja at tíðin verður hildin og at avvarðandi fara beina kós út.

Avvarðandi skulu ganga inn ígjøgnum ávísar hurðar, og spritta hendur við nærmasta sprittdunk, áðrenn og eftir vitjan.
Avvarðandi skulu bara vera inni í búðrúminum meðan tey eru og vitja. Um avvarðandi hava tørv á wc vitjan, skal wc hjá búðfólkinum nýtast.
Tá vitjunartíðin er liðug, kemur starvsfólkið og boðar frá og vísir á, hvar tey spritta seg á veg út, og vísir avvarðandi út aftur rættan veg.

Vit hava ikki møguleika at bjóða kaffi og te í fyrstu atløgu. Avvarðandi eru vælkomin at hava eitt hvørt við sær, kaffi/te ella okkurt søtt.
Starvsfólkið hevur mannagongdir, sum tey kunna avvarðandi um, tá vitjað verður.
Fyri at minka um smittuvandan, verða flaturnar á kamarinum sprittaðar og heita vit á avvarðandi um at spritta flaturnar av, tá tey fara. Sprittdunkar og einnýtispappír er at finna á ganginum.

 

Umlætting

Vit eru byrjað at taka fólk inn til umlætting, og gongur hetta væl.

 

Fótarøkt

Fótarøktari er vælkomin á Heimið á Sýnini.

 

Hárfríðkan

Um búfólk ynskja hárfríðkara, verður hetta gjørt í samráð við deildina. Hárfríðkari verður tá at veita tænastu á kamarinum hjá búðfólkinum.

 

Tannrøkt og tannlækni

Um búðfólk hava tørv á tannlækna ella tannrøktara, verður hetta avtalað millum búðfólk, avvarðandi og starvsfólk á deildini.

 

Terapeutar

Terapeutarnir eru byrjaðir at veita tænastu á útiøkinum.

 

Virksemi annars á Heiminum á Sýnini

Annað virksemi, millum annað andaktir, sangløtur, kórsangur, vitjunarvinir verður ikki møguligt enn.

 

Hesar mannagongdir verða galdandi til 8. juni 2020.

 

Miðvágur tann 22. mai 2020.

 

Jóngerð M. Nielsen, leiðari
Heimatænastan í Vágum

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18