Heimatænastan í Vágum letur varisliga upp

Vit gleðast um, at vit spakuliga kunnu økja um virksemi okkara. Allar tænasturnar verða settar í verk aftur eftir einum skipaðum leisti, ið tekur atlit til framhaldandi at forða fyri smittu.

 

Dagtilboð Ivanshús

Borgarar sum eru tilknýttir dagtilboðnum, byrja nú stigvíst aftur. Tað verða 2 – 3 borgarar sum byrja hvørja viku, inntil allir eru byrjaðir aftur. Teir fyrstu byrja 11. mai 2020, og fáa borgararnir beinleiðis boð frá starvsfólkið í Ivanshúsið, nær teir kunnu byrja.

 

Fimleikur

Hendan tænastan verður ikki sett í verk fyribils.

 

Heimahjálp og heimasjúkrarøkt

Hendan tænastan økist aftur stigvíst, og verður hetta gjørt í samstarvið við tørvsmetarar og borgararnir.

 

Døgurðaskipan

Heimabúgvandi borgarir sum eru í døgurðaskipan okkara, fáa døgurðan koyrdan heim sum vanligt.

 

Heimið á Sýnini

Nú vit lata upp fyri at avvarðandi kunnu koma inn at vitja, hava vit gjørt eina ætlan fyri, hvussu hetta verður gjørt best.

Vitjunartíðir verða skipaðar í tíðarskeiðnum dagliga millum kl.15.00 og 18.00.

Avvarðandi, í fyrstu syftu fyrsti og annar kontaktpersónur, fáa eina tíð, har tey kunnu koma og vitja. Eitt starvsfólk, sum er á vakt, hevur ábyrgdina av, at vísa avvarðandi inn á búrúmið, tryggja at tíðin verður hildin og at avvarðandi fara beina kós út.
Avvarðandi skulu ganga inn ígjøgnum ávísar hurðar, og spritta hendur við nærmasta sprittdunk. Avvarðandi skulu bara verða inni í búðrúminum alla ta tíðina tey eru og vitja. Um avvarðandi hava tørv á wc vitjan, skal wc hjá teirra avvarðandi nýtast. Tá vitjunartíðin er liðug, kemur starvsfólkið og boðar frá, og vísir á hvar tey sprittað seg á veg út og vísa avvarðandi út aftur rættan veg.

Vit hava ikki møguleika at bjóða kaffi og te í fyrstu atløgu. Avvarðandi eru vælkomin at hava eitt hvørt við sær, kaffi/te ella okkurt søtt.

Starvsfólkið hevur mannagongdir, sum tey kunnað avvarðandi um, tá vitja verður.

Fyri at minka um smittuvandan, verða flaturnar á kamarinum sprittaðar tá avvarðandi eru farin.

 

Umlætting

Vit byrja stigvíst at taka borgarar inn til umlætting, og er avgjørt at tað verða tveir borgarar í fyrstu syftu sum koma til umlætting. Tann fyrsti borgarin kemur inn 19. mai 2020, og tann næsti kemur tann 26. mai 2020.

Teir borgarar sum fyrst fáa møguleikan at koma til umlætting, fáa boð í komandi viku. Síðani verður upptøkufundur at viðgerða víðari umlættingar, og fáa borgararnir og avvarðandi beinleiðis boð.

 

Fótarøkt

Fótarøkt kann byrja á Heiminum á Sýnini tann 18. mai 2020. Fótarøktir fylgja tilmælum, og skulu avtala tíðir við starvsfólk á deildunum.

 

Hárfríðkan

Um búfólk ynskja hárfríðkara, kann hetta gerast í samráð við deildina. Hárfríðkari verður tá at veita tænastu á kamarinum hjá búfólkinum.

 

Tannrøkt og tannlækni

Um búfólk hava tørv á tannlækna ella tannrøktara, verður hetta avtala millum búfólk, avvarðandi og starvsfólk á deildini.

 

Terapeutar

Hesar tænastur verða eisini stigvíst øktar, og verða serliga skipanir galdandi restina av mai og juni mánaða. Terapeutar fara nú eisini at veita tænastu aftur til heimabúgvandi borgarar frá 13. mai 2020.

 

Virksemi annars á Heiminum á Sýnini

Virksemi av ymiskum slag, sum andaktir, sangløtur, kórsangur, vitjunarvinir o.a., verður ikki tikið við í fyrsta stigi í upplatingini.

 

Vit vóna øll taka væl ímóti fyribils skipanini, og síggja fram til at kunna lata enn fleiri tænastur upp.

 

Jóngerð M. Nielsen
leiðari, Heimatænastan í Vágum

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18