Einki foreldragjald á dagstovnaøkinum í ein mánað

Á bygdaráðsfundinum í gjárskvøldið, mikukvøldið 29. apríl, var samtykt, at foreldur í Sørvágs kommunu fáa ein ókeypis mánað á dagstovnaøkinum í sambandi við, at tað hevur verið stongt ella skert orsakað av verjutiltøkum móti COVID19.

Í ein góðan mánað, frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadagin 17. apríl, hevur virksemið á dagstovnaøkinum kring alt landið verið munandi skert grundað á korona-tiltøkini, sum landsmyndugleikarnir tilmæltu kommununum at seta í verk. Bæði Alvalon og Sýslan høvdu afturlatið, men tó við tilboði um sonevnda neyðansing, sum nøkur foreldur eisini brúktu.
Málið um foreldragjald fyri kommunalu barnaansingina á dagstovnaøkinum í Sørvágs kommunu var til viðgerðar á bygdaráðsfundinum í gjárskvøldið. Tað var einmælt samtykt, at einki foreldragjald skal krevjast fyri mánaðin, dagstovnaøkið var afturlatið ella bert hevði neyðansing.
Tað merkir, at øll foreldur – eisini tey, sum brúktu neyðansingina, tí tey vóru noydd at røkja síni størv, fáa ein ókeypis mánað á dagstovnaøkinum.
Tí verður einki foreldragjald kravt gjøgnum gjaldsskipanina fyrst í mai mánað. Soleiðis fáa foreldrini endurgoldið ansingargjaldið, ið tey rindaðu fyri tíðarskeiðið mars/apríl.

 

Aimé Jacobsen, borgarstjóri

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18