Summarfuglar, Heimatænastan í Vágum

Vit sóknast eftir summarferiuavloysarum

Nú nærkast summarið, og inniber hetta at vit leita eftir avloysarum til Heimatænastuna í Vágum. Okkum tørva sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og ófaklærd til tey ymisku størvini.

Heimatænastan í Vágum veitur tænastu til búfólk inni á Sýnini og heimabúgvandi borgarar.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.
Tó so eru eisini starvsfólk sum bara eru til arbeiðis í dagtímum, tað er vaskarí, reingerð, dagtilboð og køkur.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka í mun til tørv, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt.

 

Førleikakrøv

Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.
Ert tú í ferð við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.
Til avloysarnar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari krevst, umframt útbúgving, eisini autorisatión.

Vit vóna at hetta hevur fangað tín áhuga, og gleða vit okkum at frætta frá tær.
Vit bjóða eitt spennandi starv, við góðari upplæring og dugnaligum starvsfeløgum.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønin er sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.

 

Freist

Freistin at lata inn umsókn er sunnudagin 17. mai 2020 kl. 12.00.

 

Vil tú vita meir, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 793200 millum kl. 9.00 og 13.00.
Tú ert eisini vælkomin at venda tær til Jóngerð M. Nielsen, leiðara á tlf. 793201 ella við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18