Leysgangandi hundar í Sørvágs kommunu

Sørvágs kommuna fær javnan kærur frá fólki um leysar hundar. Fólk eru eisini hørm um hundalortar, ið hesir leggja eftir seg í tún og teigar.
Kommunan skal við hesum minna á, at tað ikki er loyvt at hundur gongur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum.
Mannagongdin viðvíðjandi leysgangandi hundum er, at løgreglan skal fráboðast.
Løgreglan boðar so aktingarmanninum frá, sum tekur hundin upp og boðar politistøðini nærri frá upptøkuni í serligum skjali.
Heitt verður eisini vinarliga á allar hundaeigarar, sum fara túr við hundi av egnum øki, um at hava plastikkposa við og taka hundalortarnar upp.

Víst verður til samstarvsavtaluna millum Føroya Landfúta og Sørvágs kommunu her.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18