Øll tiltøkini fyri at minka um smittuvegir halda fram til eftir páskir

Føroya landsstýrið hevur boðað frá, at átøkini fyri at minka um vandan fyri koronasmittu verða longd til 13.04.2020. Sørvágs kommuna hevur tí eisini gjørt av at leingja tiltøkini, sum kommunan hevur sett í verk, til 13. apríl 2020.

 

Dagførd kunning um barnaansingina

Tað merkir millum annað, at dagstovnurin Alvalon og frítíðarskúlin Sýslan verða verandi stongdir til týsdagin 14. apríl 2020.
Tó er serskipanin til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnuuppgávur og -veitingar í samfelagnum (*) og ongan møguleika hava fyri ansing annars, framvegis galdandi.
Heitt verður á foreldur, sum kunnu, um framhaldandi at hava børnini heima. Tey foreldur, ið hava átrokandi tørv á ansing, seta seg í samband við leiðsluna.

 

Ansingargjaldið

Kommunan er greið yvir, at foreldur, hvørs børn ikki brúka stovnarnar hesa tíðina, eiga ikki at rinda barnaansingargjald. Gjaldið fyri apríl mánaða fór tó longu gjøgnum sjálvirkandi gjaldsskipanina fyri viku síðani, so foreldur verða trekt fyri apríl mánaða.
Arbeitt verður við at finna eina loysn innan næsta gjald skal rindast.

 

(*) Kjarnuuppgávur og -veitingar í samfelagnum fevna um størv m.a. í heilsuverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18