Almennur fundur í Marghøllini í Sørvágs skúla um ferðavinnu

Í kvøld 13. februar kl. 19-21 verður almennur fundur í Marghøllini í Sørvágs skúla um ferðavinnu.

Ein bólkur við umboðum frá Sørvágs Kommunu, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovuni, Visit Vágar, Havstovuni og Tjóðsavninum hevur orðað nøkur tilmæli um, hvussu ferðavinnan í Mykinesi kann skipast á meiri burðardyggum grundarlagi, so vinna og náttúru- og djóravernd framyvir ganga meiri hond í hond.

Høvuðsendamálið við fundinum er at greiða frá hesum tilmælum og at kjakast um, hvussu arbeiði framyvir kann leggjast til rættis.

  

Skrá:

  • kl. 19:00
    • Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu bjóðar vælkomin

 

  • kl. 19:05
    • Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og Vinnumálum, Helgi Abrahamsen greiðir frá um lógararbeiði viðv. ferðavinnu og náttúruvernd

 

  • kl. 19:30
    • Tilmæli um Mykines verður lagt fram
    • Umboð frá Umhvørvisstovuni greiða frá um tilgongdina í Mykinesi higartil viðv. Ramsar
    • Jóhannis Danielsen og Janus Hansen, fuglafrøðingar, greiða frá um lundakanningar í Mykinesi
    • Jóhan Pauli Helgason frá Visit Faroe Islands greiðir frá um tilmælini hjá bólkinum

 

  • kl. 20:15
    • Kjak

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18