Lýsing eftir heilsuhjálpara til Heimatænastuna í Vágum (farloyvisstarv)

Søkt verður eftir heilsuhjálpara í brøki 1,0 í tíðarskeiðinum 15. november 2019-31. oktober 2020.

Starvsøkið er í høvuðsheitum í Mið- og Innistova á Sýnini.

 

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarir fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.

Heilsuhjálparin virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki. Tann setti kemur at hava tætt samstarv við aðrar fakbólkar so sum sjúkrarøktarfrøðingar, røktarir og terapeutar í Heimatænastuni.

 

Førleikakrøv

  • Prógv sum heilsuhjálpari

 

Vit vænta at tú

  • hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
  • hevur kunnleika og áhuga innan demens
  • ert støðug/ur, ábyrgdarfull/ur og røkin í tínum arbeiði
  • hevur gód samstarvs- og samskiftisevni bæði við borgara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
  • viðvirkar til at skapa eitt heimligt umhvørvið við einum innihaldsríkum gerandisdegi hjá búfólkunum

 

Vit bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært skipaða innleiðslu og góðar starvsfelagar í einum vinarligum umhvørvi

 

Setanarviðurskifti

Starvið er skipað undir deildarleiðaranum fyri Miðstovu/Innistovu á Sýnini. Starvið er í skiftandi vaktum.
Møguleiki er fyri lægri brøki.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið.

 

Upplýsingar um størvini

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til deildarleiðaran á tel. 793213.

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum vera at senda til:

Heimatænastan í Vágum
Kálvalíðvegur 2
FO-370 Miðvágur

ella til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 31. oktober 2019 kl. 12:00.

Um ongin heilsuhjálpari søkir, tilskila vit okkum rættin at seta ófaklærd í starvið.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18