Kunning um ferðslu til Føroya vakrasta hálvmaraton

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri hálvmaratonrenning, ið verður leygardagin 7. september. Teinurin, ið runnin verður, er úr Gásadali til Sandavágs kirkju.

Undirtøkan seinastu 5 árini hevur verið serstakliga góð og í fjør var metstór luttøka við 1.000 luttakarum.

Útlendingar eru eisini farnir at geva Føroya vakrasta hálvmaraton ans, og aftur í ár eru fleiri útlendskir rennarar við. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað verður í Gásadali og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Kommunurnar í Vágum og vágafólk hava víst stóra vælvild og hjálpsemi, eins og Hiddenfjord, sum er høvðusstuðul hjá Føroya vakrasta hálvmaraton, Vága floghavn, FK í Miðvági, EUR Express og Føroya Bjór og Atlantic Airways hava stuðlað Føroya vakrasta hálvmaraton.

Eins og undanfarin ár ber til bæði at ganga og renna hálvmaraton. Í ár byrja tey, sum ganga 1 tíma áðrenn rennarar, so bæði gangarar og rennarar koma á mál nøkulunda samstundis. Rutan er tann sama fyri bæði gangarar og rennarar. Eins og í fjør verður Vatnavegurin stongdur hálv anannan tíma, frá kl. 11:30 til 13:00. Tey, sum ganga hálvmaraton, byrja at ganga kl. 10:00. Rennarar byrja at renna kl. 11:00.

Vinarliga kunni starvsfólk og kundum tykkara um at Vatnavegurin er stongdur í tíðarskeiðnum frá kl. 11:30 til 13:00 frá flogvøllinum til rundkoyringina við FK í Miðvági.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18