Skrá fyri komandi bygdaráðsfund
- Details
-
Lagt út leygardagin, 22 juni 2019 08:40
Umleið 4 dagar áðrenn ein bygdaráðsfund verður skráin at síggja her.
Til limirnar í bygdaráðnum
Sørvágur, 22.01.2021
Boðað verður til fund í bygdaráðnum mikudagin 27.01.2021 kl. 17:00
Til viðgerðar:
- 01/2021 Umsókn um uppnormering av starvsfólkaorkuni til barn við serligum tørvi – Alvalon
- 02/2021 Umsókn um hækking av stuðulstímum til barn við serligum tørvi – Alvalon
- 03/2021 Eykajáttan til Alvalon
- 04/2021 Umsókn um stuðul til Krígssavnið fyri 2021
- 05/2021 Skriv/ umsókn viðv. írestandi íløgustuðli fyri 2019 – Krígvssavnið
- 06/2021 Umsókn um stuðul fyri 2021 – Virkin sum longst
- 07/2021 Góðkenning av roknskapi fyri 2020 hjá Sørvágs Bókasavni
- 08/2021 Umsókn um keyp av parti av matr. nr. ba frá Sørvágs kommunu til samanlegging við matr. nr. 143c – Fróði Nielsen
- 09/2021 Fyrispurningur frá Vinni Jacobsen um kommunan er áhuga í at keypa matr. nr. 272ac aftur
- 10/2021 Tilboð uppá farteldur
- 11/2021 Tilboð uppá 2 bilar
- 12/2021 Umsókn um byggiloyvi til tilbygning á matr. nr. 89b í Sørvági – Regin Jørgensen
- 13/2021 Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 272ae í Sørvági – Ludvík Jørgensen
- 14/2021 Útbjóðing av vøggustovuni
- 15/2021 Tekniskur leiðari til Sørvágs kommunu
- 16/2021 Val av nevndum
- 17/2021 Fulltrú til borgarstjóran
Sørvágs kommuna
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri