Tey koma aftur 8. september

Í august var koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverki Føroya á Giljanesi og bjóðaði koppseting, og má tað sigast at tað eydnaðist væl. 99 fólk høvdu bílagt tíð til koppseeting og onnur 62 fólk valdu møguleikan við støkk inn koppseting.

Mikudagin 8. september kemur koppsetingartoymið vestur at geva 2. prik og møguleiki verður eisini fyri støkk inn koppseting.

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið eru felags um átakið at fáa koppsetingartoymið vestur at bjóða øllum borgarum, ið ynsktu at verða koppsett, at verða koppsett her vesturi. Hetta var gjørt sum ein royndarverkætlan, at koma runt um í landinum við koppsetingini, og er síðan roynd aðrastaðni eisini.

Eins og seinast, verður Skúlin á Giljanesi karmur um koppsetingina. Tey ið fingu 1. prikið seinast, fáa eina innkalling at møta. Um ongin innkalling kemur, so kann tíð bíleggjast á corona.fo.  2. prik verður givið millum kl. 15.00 og 16.00. Tey sum ynskja at støkka inn kunnu møta frá kl. 16.30.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18