Endurlýsing: Sørvágs kommuna søkir eftir skúlatannlækna

Sørvágs kommuna søkir við hesum eftir einum skúlatannlækna at byrja 1. oktober 2021.

Sambært løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt við seinni broytingum skal Sørvágs kommuna tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis, fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt.

Kommunala barna- og ungdómstannrøktin skal umfata vanlig fyribyrgjandi tiltøk, herundir upplýsingarvirksemi, regluliga kanning viðvíkjandi menning og heilsustøðuni í tann-, munn- og kjálkaøkinum, fyribyrgjandi tiltøk, herundir upplýsing av foreldrum og leiðbeining í tannrøkt til tann einkulta, viðgerð av sjúkum í tann-, munn- og kjálkaøkinum og tannjavning í samsvar við galdandi reglur.

Tann, sum verður settur, verður settur sambært sáttmála við Sørvágs kommunu, sum ásetur nærri reglur um vavið av teimum tænastum, sum tannlæknin skal røkja fyri kommununa.

Upplýsast skal, at Sørvágs kommuna eigur tannlæknastovu og útbúnað, sum har til hoyrir.

Skúlatannlæknin verður settur við støði í sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Tandlægeforeningen.

Nærri upplýsing um starvið fæst at vita við at venda sær til Sørvágs kommunu.

Sørvágs kommuna ynskir, at nýggir skúlatannlæknin byrjar í starvi 1. oktober 2021.

Freistin at søkja er 06.08.2021 kl. 12:00.


Umsóknin skal sendast til Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 380 Sørvágur, ella á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18