Endurlýsing: Leiðari til Alvalon (longd freist)

Sørvágs kommuna søkir eftir leiðara í fulltíðarstarv til dagstovnin Alvalon at byrja sum skjótast.

 

Starvið

Stovnurin er skipaður í vøggustovur og barnagarðsstovur. Í løtuni eru uml. 100 børn í aldrinum 0 – 7 ár.

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at samstarva við og leiða dugnalig og eldhugað starvsfólk og saman við teimum at seta dám á virksemið í stovninum.

Eftir ætlan verður byrja at byggja nýggja vøggustovu eftir summarfrítíðina.

 

Vit vænta, at tú

  • hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi
  • hevur førleika at taka avgerðir, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki vilt virka fyri einum fjølbroyttum og tryggum gerandisdegi
  • saman við starvsfólkunum tryggjar trivnað og fakliga menning
  • leggur dent á gott samskifti við foreldur, avvarðandi, starvsfólki, kommunu og aðrar myndugleikar
  • hevur telduførleika og lætt við at orða teg munnliga og skrivliga

Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun.

 

Lønar- og setunarviðurskiftir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi leiðara á tlf. 233248 ella teldupost: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 360 Sørvági ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 10. septembur 2021.

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12

Kommunulæknarnir
tel.: 33 24 13

Les meira her

Umhvørvisplássið er opið soleiðis:

Týsdag: 16-18
Fríggjadag: 16-18
Leygardag: 16-18