Luna fer at seta smolt út í smoltrørum tvørtur um Sørvágsfjørð, sett verður út frá parkeringsplássinum í Bø.
Rørið er væl avmerkt við ávaringarljósum.
Byrjað verður mánadagin 25. januar og arbeiðið heldur fram til og við mánadagin 1. februar 2021.
Hesar dagar fer skipa- og bátaferðslan fram innan fyri ringarnar við Múlan.
Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi tá siglt verður inn og út av Sørvági.
Eru ivamál kann ringjast á tlf. 233205.
Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum.
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar, sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Á heiminum á Sýnini hava vit 37 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.
Melda teg til tænastuna hjá IRF til innheintan av burturkasti og rottangatøming.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 16.12.2020 samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt fyri Gásadal.
Serstaka byggisamtyktin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 18.01.2021 til 08.02.2021 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 01.03.2021.
Undanfarna bygdaráð bílegði í fjør toytaskur at geva øllum húskjum í Sørvágs kommunu. Tankin aftan fyri hetta er at royna at minka um nýtsluna av plastikkposum, t.d. tá ið farið verður til handils, og soleiðis vera við at verja umhvørvið.
Av ymiskum orsøkum var sendingin seinkað, men nú eru netini komin, og tey kunnu heintast á skrivstovuni hjá Sørvágs kommunu.
Tað er ókeypis at sleppa av við burturkast frá húsarhaldinum á umhvørvisplássinum. Heitt verður á fólk um at skilja burturkastið væl, ikki at seta rusk uttanfyri plássið og um at leiga bingju frá IRF, tá tey hava nógv burturkast t.d. í sambandi við bygging, umbygging ella annað. Verður komið við dekkum á umhvørvisplássið, so skulu tey IKKI vera á felgunum.
Virki, handlar og aðrar fyritøkur hava onga atgongd til umhvørvisplássið, men eiga ístaðin av hava egna avtalu við IRF um burturbeining av vinnuburturkasti.
Eru ivamál, so hevur IRF ein góða og kunnandi heimasíðu: irf.fo
Opið er soleiðis: týsdag kl.17-18, fríggjadag kl. 17-19 og leygardag kl. 16-18.
Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.
Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.
Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
Nýggjárshaldið við røðu og sangi, sum vanliga hevur verið hildið á Dungasandi nakað eftir midnátt gamlaárskvøld, verður ikki hildið í kvøld.
Stóra bálið er eisini avlýst.
Tó verða øll um 1000 tálgablikkini sett runt um í bygdini og tendrað stutt fyri midnátt :)
Kommunan mælir øllum borgarum til at fylgja almennu koronu-tilmælunum um frástøðu og ikki at savnast í størri bólkum.
Gott nýggjár!
Er okkurt átrokandi, ber til at ringja á tlf. 233205 ella 233214.
Vit á Vesturvón, vilja ynskja tykkum øllum, eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýttar, við tøkk fyri farna ár.
2020 hevur givið okkum avbjóðingar vit ikki eru harrar yvir, men við tykkara tolni, ábyrgdarkenslu, og forstáilsi hevur tað eydnast okkum øllum higartil - at halda korona smittuni burtur, og tað fegnast vit um.
Tvey av starvsfólkunum hjá Sørvágs kommunu vóru heiðrað fyri drúgva tænastu.
Talan er um arbeiðsformannin John Edvin Joensen, sum hevur starvast hjá kommununi í gott 25 ár, og skrivaran Sunrid Rasmussen, sum hevur starvast yvir 30 ár hjá kommununi.
Hugnaløta var fyri teimum á kommunuskrivstovuni.
Borgarstjórin takkaði teimum fyri drúgva arbeiðið og ynskti teimum nógv góð ár aftrat í størvunum.
Av tí at olja er komin á sjógv í bátahylinum í Sørvági er oljusperra løgd tvørtur um innsiglingina til bátahylin.
Hetta hevur við sær at innsiglingin er stongd fyribils, til sløkkilið ger eina meting av støðuni fyrrapartin í morgin, týsdagin.
Um okkurt átrokandi er í sambandi við hetta, fæst samband við átaksleiðaran á tel. 213146.
Dagføring: Oljusperran er tikin vekk aftur.
Send umsókn á teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. innan 29. desember 2020 kl. 12.
Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum.
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.
Fundirnir verða kl. 17:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar.
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar fyri fundin.
Vágoy: Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur.
Streymoy: Leynar, Skælingur, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Hvalvík, Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Hósvík, Streymnes.
Eysturoy: Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálafjørður, Undir Gøtueiði, Skipanes.
Suðuroy: Tvøroyri, Trongisvágur, Øravíkarlíð, Øravík.
Nú nógvir jólagestir koma úr útlondum, har smittubreiðslan er stór og vaksandi, ræður um, at vit aftur eru umhugsin, vísa ábyrgd og gera sum mest fyri at verja okkara eldru borgarar, fyrst og fremst við at taka tilmælini frá myndugleikunum í størsta álvara.
Á vári 2020 avgjørdi Visit Vágar í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu at gera eina felags ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines. Verkætlanin varð stuðlað av báðum kommunum og Visit Faroe Islands. Mikudagin 16. desembur verður hendan ætlan borin í hvørt húsarhald í Vága og Sørvágs kommunum.
Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.
Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.
Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.
Sørvágs kommuna
Søkt verður eftir vaskifólki til Sørvágs skúla at byrja skjótast tilber.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 11:00 til kl. 16:00.
Arbeiðsuppgávur
Umsjón og røkt av øllum bygningum í kommununi. Umframt hetta skal hann saman við hinum húsavørðunum hava eftirlit við hita-, el og luftskipanum.
Sørvágs kommuna roynir alternativar orkumøguleikar, tá talan er um upphiting. T.d. hevur skúlin sjóhitaskipan. At hava áhuga og innlit í nýggjar orkumøguleikar er ein fyrimunur.
Nýggi húsavørðurin er leiðari fyri húsavørðunum og reingerðisfólkunum. Hann vísir til umsjónarleiðaran.
Ert tú føðsluatstøðingur og leitar eftir nýggjum avbjóðingum, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Vit leita eftir júst tí rætta dugnaliga og arbeiðssama starvsfólkinum til fast starv hja okkum til setan 1. Januar 2021 ella eftir nærri avtalu.
Køkurin á heiminum á Sýnini veitur tænastu til búfólk á heiminum, eins og til heimabúgvandi borgarar.
Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og ymiskar, og umfata tilrættisleggjan, fyrireiking, mat framleiðsla, pakking, umframt nógv annað.
Vit eru ein góður starvsfólkahópur, sum við eldhuga og ágrýtni veitur eina góða tænastu.
Søkt verður eftir:
- Føðsluatstøðingi til setanarbrøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er skipa í 7 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Førleikar:
- Føðsluatstøðingur
- Royndir at arbeiða í stórkøki er ein fyrimunur
- Góð evnir at samskifta í skrift og talu
Persónligir eginleikar:
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Tolir stórt arbeiðstrýst
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssamur
- Fleksibul
Vit bjóða:
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum í køkinum
- Upplæring
- Eitt arbeiðspláss og umhvørvi, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan
Setanarviðurskifti:
- Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Kost- og Føðslufelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Thildu Gaardlykke á telefon 793210 ella við telduposti This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Umsókn:
Umsókn saman við lívrensli skal sendast við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi 6. desembur 2020. Viðmerk “Føðsluatstøðingur til Heimið á Sýnini”.
Vesturvón tilskilar sær rættindi til at seta annan umsøkjara, um føðsluatstøðingur ikki søkir starvið.
Leiðslan á Vesturvón hevur á fundi í gjár eftirmett støðuna viðvíkjandi vitjunartíðum á Heiminum á Sýnini.
Hetta til nú, hevur tað verið soleiðis, at vit hava havt ásettar vitjunartíðir.
Nú tamarhald er á smittuni, hava vit umrøtt og eftirmett, saman við metingum frá búfólkið og avvarðandi.
Skattalistin fyri Sørvágs kommunu 2019 liggur frammi á kommunuskrivstovun frá 16.11.2020 til og við 30.11.2020.
Kommunuskrivstovan er opin mánadag til mikudag kl. 10-13, hósdag kl. 11-17 og fríggjadag kl. 10-12.
Sørvágs kommuna
Vegna arbeiði á lágspenningsnetinum, verður streymveitingin slitin í Sørvági, mikudagin 4. novembur frá 10:00 til 11:00 á hesum støðum:
Bakkavegur, Í Geilini, Liðabrekkan, Garðsvegur og undir Bólheyggi.
Samstarvsnevndin fyri Visit Vágar hevur gjørt av at seta Tordis Kristinu á Rógvi Simonsen í starv sum leiðari fyri Visit Vágar. Tordis byrjar í starvinum hin 1. desember 2020.
Tordis Kristina er 34 ára gomul og hevur eina bachelorútbúgving í samskifti við sergrein í organisatión og leiðslu og eina kandidatútbúgving í altjóða ferðavinnu. Hon hevur starvsroyndir innan ferðavinnumenning, og hevur síðstu árini starvast sum menningarráðgevi og kunningarleiðari innan ferðavinnu í Danmark og í Føroyum.
13 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin fyri Visit Vágar var samd um, at Tordis Kristina á Rógvi Simonsen við sínum starvsroyndum innan økið og útbúgvingum hevur røttu førleikarnar at røkja starvið.
Kommunurnar í Vágum ynskja Tordis til lukku og góða eydnu við starvinum og at vera vælkomin vestur.
Minningarhald teirra sjólátnu verður við minnisvarðan í Sørvági allahalgannadag kl. 14.00.
Inga Poulsen Dam talar, kransar verða lagdir og drekkamunnur verður aftaná.
Sørvágs kirkja og Sørvágs kommuna
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Søkt verður eftir
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú
Vit bjóða tær
Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær at seta hjálparfólk, og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv. Vesturvón tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.
Meiri fæst at vita
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Joan K. Olsen deildarleiðara á Miðstovu tlf.793213, Vanju Carlsen, deildarleiðara á Uppistovu tlf. 793212 ella til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201
Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og KAF.
Umsóknir
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">
Viðmerkt "Røktarstarvsfólk".
Umsóknarfreistin er 15. novembur 2020 kl. 12.00.
Atkvøðugreiðslan í Sørvágs kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður á bókasavninum í Sørvágs skúla.
Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 9. november 2020.
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men boðað má verða frá á Kommunuskrivstovuni til. 363200 í seinasta lagið kl. 12.00 henda dagin.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Valstýrið í Sørvágs kommunu
Í sambandi við arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines, verður fundur við allar eigarar og festarar í Vágum og í Mykinesi hóskvøldið 5. november kl. 19.30 i skúlanum i Sørvági.
Á fundinum fer verkætlanarleiðarin at kunna um verkætlanina og eisini kemur John Mortensen frá Sp/f Jarðir at kunna um felagið, sum Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava stovnað.
Endamálið við fundinum er at fáa íkast frá og prát við eigarar og festarar í økinum um gongd í haga í sambandi við ferðavinnu.
Orsakað av Korona er neyðugt at tilmelda seg í seinasta lagi á middegi sama dag.
Tilmelding til teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella umvegis leinkjuna her.
Visitvagar, Vága kommuna og Sørvágs kommuna
Djórini í Vallbakkaskóginum
Tak børnini við á eina spennandi útferð, har ævintýraleiðin gongur til vælumtóktu djórini í Vallbakkaskóginum. Lítla familjan tøtt ballað saman í bilinum umgird av teppum og pútum – ljóðar tað ikki bara hugnaligt?
Dagur: Hósdag 29. oktober 2020 kl. 18
Staður: Sørvágur - Parkeringsøkið uttan fyri Hiddenfjord
Sámiskt blóð
Svenski filmurin "Sameblod" vann heiðursløn fyri besta norðurlendska film á Göteborg Filmfestivalinum í 2017.
Filmurin varpar ljós á tær ræðuligu royndarkanningarnar, sum innføddu sámarnir vórðu undir í 1930unum í Svøríki. Í filminum fylgja vit eini ungari sámiskari gentu, sum, eftir nógvu eyðmýkjandi upplivingarnar í svenska kostskúlanum, velur at venda rygg til sína fortíð og sámiska samleika í leitanini eftir viðurkenning í svenska samfelagnum.
Dagur: Hósdag 29. oktober 2020 kl. 21
Staður: Sørvágur - Parkeringsøkið uttan fyri Hiddenfjord
Visitvágar, Sørvágs kommuna og Vága kommuna skipa fyri verkstovu í produktmenning og prísáseting innan ferðavinnu í Vágum og Mykinesi.
Vit í foreldraráðnum ynskja at bjóða tykkum, ið stilla upp til kommunuvalið 2020, at koma á felags foreldrafundin hjá Alvalon og Sýsluni, sum verður í Marghøllini 21.10 kl.19.
Um hetta hevur tín áhuga, so vinarliga set teg i samband við okkum, áðrenn 19.10, við at senda ein t-post til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Við vón um góða undirtøku.
Foreldraráðið Alvalon/Sýslan
Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum. Tí er umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til umsitingina hjá Sørvágs Kommunu, tlf. 363200, ella til John Edvin Joensen, tlf. 233214. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri.
Boðast kann eisini frá á heimasíðuni, á bjálkanum "Fráboðan". Fráboðanin verður síðani avgreidd.
Lógin um umhvørvisvernd áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livilíkindini hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi, sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.
Til ber at lesa meir um rottu á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her.
Á hesi konsert verða tað einans bólkar, sum koma at luttaka og tað eru lærararnir sjálvir, sum hava mannað bólkarnar við nøkrum av sínum egnu næmingum. Tess vegna er skráin mannað við hesum bólkum:
Klaverduo, Messingbólkur, Saxofon/Klarinett bólkur, Guitarbólkur, Floytabólkur og Slagverksbólkur.
Um verðrið er til vildar verður útikonsertin á Stakka í Sørvági og um tað skuldi farið at regna so verður farið inn í Gamla Skúla at hava konsertina.
Nú ber til at lata tálg inn á umhvørvisplássinum.
Skola tálgina og legg hana í posa.
Ein stampur stendur á umhvørvisplássinum til at leggja posarnar við tálgini í.
Um nakað ivamál er, eru tit framvegis vælkomin at ringja til okkum á tlf. 274450 (Helena) ella 220538 (Sóley).