Skáin

Veristaðið Skáin er partur av eind 4 í Trivnaðardeplinum.

Veristaðið Skáin heldur á Ovaravegi í Sørvági í sama húsi sum Sambýlið í Sørvági. Tilboðið er ætlað borgarum við sosialum, sálarligum og menningaligum avbjóðingum. Tilboðið er opið mán-, týs- og hósdag kl. 9-15.30. Miku- og fríggjadag er opið eftir avtalu. Annaðhvørt mikukvøld (í líka viku) er opið kl. 19-21.

Í Skáanum er møguleiki er fyri at luttaka í ymiskum virksemi so sum at spæla spøl, borðtennis, mála, hekla, seyma, klippa, saga, pussa og stoypa úr betong umframt sosialari samveru og práti. Døgurði fæst til keyps týsdag. Tilmelding seinast dagin fyri.

Skáin hevur eina sølubúð, har lutir, sum eru virkaðir í Skáanum, verða seldir. Sølubúðin er opin tá veristaðið er opið. Somuleiðis verður skipað fyri jólasølu í Skáanum og sølu á contryfestivalinum, á Vestanstevnu og til ymiskar marknaðardagar.

Skipað verður fyri ymiskum felagstiltøkum, og ferðast verður ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Tað er ikki neyðugt at verða visiteraður til Skáan.

 

Skáin

Ovarivegur 27
380 Sørvágur

Tel. 29 75 05
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12