Hvar eru tankarnir, tá tú koyrir bil?

Komandi tríggjar vikurnar heita vit á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil. Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum.

Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, "5 sekund = 111 metrar við 80 km/t". 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni.

 

 

Les meira her

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12