”Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”

 

Í morgin, hósdagin 25. apríl koma umleið 100 útlendingar ymsastaðni frá til Føroyar at arbeiða. Sørvágs kommuna er eisini við í átakinum hjá Visit Faroe Islands, sum verður komandi vikuskifti.

 

Mykines

Ríka fuglalívið og sermerkta náttúran í Mykinesi gera, at nógv ferðafólk leita sær út í oynna. Tey verða eisini væl móttikin, men stóra ferðafólkatalið hevur havt við sær, at gøturnar út í hólmin og lundalandið til tíðir eru illa gongdar og runutar. Tað er tí umráðandi at vitjandi eisini fáa aðrar leiðir at fara.

Teir 10 voluntouristar fara í døgunum 26. og 27. apríl at betra um farleiðina út á Kumlar og gera eitt gott og vakurt uppihalds- og útsýnisstað har úti – eitt frípláss, sum er nær við bæði bygdina og havið. Heini Heinesen verður arbeiðsformaður.

 

Gásadalur

Áðrenn tunnilin til Gásadals var tikin í nýtslu í 2006, varð gingið upp um fjallið. Á hvørjum vári ella summari plagdu gásadalsfólk at fara og rudda gomlu gøtuna. Grót og smásteinar vórðu beindir burtur ella lagdir upp á pláss aftur. Men síðstu árini er ikki nógv gjørt við at rudda, hóast nógvir gongutúrar framvegis verða gingnir upp um Skarð.

Saman við Alvin Egholm sum arbeiðsformanni fara tey vitjandi at rudda hesa gøtuna fríggjadagin og leygardagin.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12