Útbygging av Alvalon

Ein av kjarnuuppgávunum hjá eini kommunu er at nøkta tørvin á barnaansingarplássum. Tá ið barnagarðurin Alvalon lat upp í 2006, var hildið, at hann fór at nøkta okkara tørv nógv ár fram í tíðina. Men hetta seinasta árið hava vit staðfest, at tað er sera tronligt í Alvalon, og at neyðugt verður at byggja út.

Síðstu tveir mánaðirnar hevur teknistovan WestTech saman við einum fylgibólki, mannaður av starvsfólki á dagstovnaøkinum og politikkarum, arbeitt við einum uppskoti um uppíbygging. Á bygdaráðsfundinum síðst í februar mánað var samtykt at taka av tilboði frá teknistovuni um heildarprosjektering av góðkenda skitsuuppskotinum.

Á niðastu hædd verður ein barnagarðsstova, á miðhæddini verða tvær vøggustovur og á ovastu hædd verða høli til fundarvirksemi og annað.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12