Borgari nummar 1.200

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit fleiri enn 1.200 fólk í Sørvágs kommunu. Tað var 17. november 2018, tá ið Helga Guttesen í Bø fekk ein son, at Sigmund, ið drongurin eitur, gjørdist borgari nummar 1.200 í kommununi.

Hann eigur tveir eldri brøður, sum eita Gutte og Baldur.

Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, var fríggjadagin og ynskti familjuni tillukku við soninum og bar teimum eina heilsan frá Sørvágs kommunu.

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12