Áminning um umhvørvisplássið

bingjuplassid sorvagur 739a3

Góðu borgarar og fyritøkur í Sørvágs kommunu

Fyri tveimum árum síðani varð avgerð tikin um, at borgarar ókeypis kunnu beina burtur vanligt húsarhaldsrusk á umhørvisplássið.

 

Sørvágs kommuna vil hervið minna borgarar og fyritøkur á rættan atburð og nýtslu av umhvørvisplássinum:

  • Umhvørvisplássið tekur bert móti burturkasti frá privatum húsarhaldum.
  • Um privat byggja um, bróta innan úr húsum, tøma deyðsbúgv ella á annan hátt hava stórar nøgdir av burturkasti, kann umhvørvisplássið taka ímóti smærri nøgdum yvir longri tíð. Annars eiga hesi at venda sær til IRF á tlf. 41 42 43 ella við at trýsta her fyri at leiga bingju.
  • Alt rusk skal vera skilt í bingjurnar, sum ásett er á plássinum. Helst skal hetta vera gjørt, áðrenn komið verður við tí á umhvørvisplássið, so klárt er at koyra í bingjurnar.
  • Ábyrgdari fyri umhvørvisplássið skipar fyri og tekur ímóti burturkastinum undir givnum treytum. Boð frá ábyrgdara skulu aktast og virðast. Ábyrgdari kann burturvísa fólki, um hesi ikki halda seg til givnar treytir og reglur.
  • Virki, handlar og aðrar fyritøkur hava onga atgongd til umhvørvisplássið, men eiga ístaðin av hava egna avtalu við IRF um burturbeining av vinnuburturkasti. Sí samband við IRF omanfyri.

Latið okkum øll virða hesar reglur, so at umhvørvisplássið kann tæna sínum endamáli!

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12