Vágakórið nýggjan kórleiðara

safe image d023d

Komið og syngið við Vágakórinum  

Mánakvøldið 28. januar 2019 fer Vágakórið undir nýggja og spennandi sangskrá við nýggjum væluppøgdum kórleiðara nevniliga sanglæraranum Katrin á Borg Johannesen.

 

Katrin er júst flutt heim aftur til Føroyar saman við familjuni eftir 12 ár í Oslo, har hon hevuri nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk.  

Longu 14-15 ára gomul gjørdist hon kórleiðari í ungdómskórinum TenSing í Havn, og hon hevur síðan tá bæði sungið og undirvíst í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum.   “Nú síggi eg fram til at leiða Vágakórið, og tað verður spennandi, hvat vit saman kunnu fáa í lag.” sigur Katrin spent.    

Vit eru serliga spent uppá at bjóða nýggjum sangarum at koma við, tí vit ætla at víðka munandi um kórið, so tað vónandi aftur kann gerast so stórt, sum tað einaferð var - stuttligt hevði verið, eisini at sæð mong av okkara ungu sangfuglum í einum fjølbroyttum vælljómandi Vágakóri. Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30 til 21.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vit venja, læra, frøast um vakran tónleik, hugna okkum. Málið er at gleða okkum sjálvi og onnur við vøkrum sangi til skemtunar og til hátíðarløtur. 

Um nakrar vikur skipa vit fyri einum venjingarvikuskifti á onkrum eksotiskum staði í Føroyum. Hugni, venjing og konsertir í nærumhvørvinum eyðkenna hesar 2-3 dagarnar heimanífrá.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12