Nýggj tænasta á minlaekni.fo

marjus f8d69

Í nakrar mánaðir hevur borið til at bíleggja  sær tíð til læknaviðtalu á heimasíðuni: https://minlaekni.fo/

 

Samskifti í hesari skipanini er einvegis, tí fær læknaskrivarin bert givið eina ásetta tíð og ikki spurt nærri um hvat ella hvussu. Ráðini frá læknaskrivaranum eru tí, at man skrivar frían tekst, t.d. um nær liggur best fyri, ella nær tað ikki liggur fyri. Um tíðin, ið ein fær, ikki er hóskandi,  skal man sjálvur avlýsa tíðina. 

Eisini ber til at endurnýggja resept-heiligvág. Ynski er, at fólk taka hesa tænastu til sín.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12