Sørvágs kommuna undirskrivað avtalu við Fjølrit

Atli K Petersen, formaður í Fjølrit og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

 

Fríggjadagin 16. novembur settu Atli K. Petersen og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sínar undirskriftir á avtalu um at brúka vard verk eftir frymlinum, sum semja er um við Kommunufelagið. Tað merkir, at í Sørvágs kommunu kunnu vard verk verða brúkt lógliga bæði innanhýsis í kommununi og í undirvísing.

 

Innanhýsis brúk er til dømis at taka avrit av eini grein og býta hana út til øll starvsfólkini. Undirvísingarbrúk merkir til dømis at ljósrita eina mynd og vísa í uppvørpu fyri einum flokki í Sørvágs skúla. Avtalan fevnir eisini um barnagarðar og dagstovnar, tá ið sangtekstir verða býttir út til børnini.

Nú avtala er gjørd við báðar kommunurnar í Vágum, er eisini alt komið í rættlag viðvíkjandi felags undirvísingartilboðum, til dømis at avrita nótar til næmingar í Musikkskúlanum í Vágum.

Bæði fyri innanhýsis- og undirvísingarbrúk er ársgjaldið 200 kr. fyri hvønn fólkaskúlanæming, sum hoyrir heima í Sørvágs kommunu.

Ársgjaldið verður, eftir at umsitingarútreiðslur eru drignar frá, goldið upphavsfólkum sum brúksgjald.

Fjølrit og Sørvágs kommuna gleða seg til gott samstarv.

 

Atli K Petersen, formaður í Fjølrit og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12