Sørvágs kommuna letur børnum árshald av Píka7

 

píka7 mynd 60b49

Edna og Durita eru vinkonur og ganga báðar í 3. flokki.
Tær eru glaðar fyri at hava fingið eitt árshald av Píka7.

 

Mentamálaráðið hevur lýst 2018 at vera málmenningarár. Sørvágs kommuna vil eisini geva eitt lítið íkast til málmenning av okkara smæstu borgarum, tí er gjørt av at lata elstabólki í Alvalon og børnunum í 1-3. flokki í Sørvágs skúla eitt árshald av blaðnum Píka7.

 

Píka7 og Strok eru einastu føroysktmæltu bløð til børn, og tí vil kommunan geva eitt lítið íkast til at varpa ljós á týdningin av, at vaksin lesa fyri børnum og at børn og vaksin kunnu hugna sær og fáa eina rúgvu at vita á okkara egna máli, soleiðis at vit fara at duga at málbera okkum betur.

Vit mugu ásanna, at ein stórur partur av gerandisdegnum verður brúktur at hyggja í teldlar og skíggjar av ymsum slagi, og at nógv av tí, ið hugt verður at, er á donskum og enskum. Tí skal hetta, sum kommunan hevur tikið stig til, vera ein áheitan á okkum øll um at tosa saman og vera saman við okkara børnum, tí hetta er besti menningarháttur, ið til er.

Málfatan og málførleiki er grundarlagið undir sjálvum fólkaræðinum. Okkum tørvar góðan málførleika, tá vit skulu kjakast, hugsa kritiskt og taka lut í fólkaræðinum. Sørvágs kommuna ásannar, at hon hevur eina ábyrgd av at økja um fólkaræðisliga hugsan, tí fara vit undir hetta átakið.Okkara lítla og viðbrekna mál er grundarlagið undir okkara mentan. Tí vóna vit, at vit øll í felag kunnu gerast meiri tilvitað um at stimbra, styrkja og menna málið hjá okkara minstu.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12