Burturbeining av gipsplátum

IRF.png

Undir brenning, gevur gips sera dálkandi útlát av sær. Hugsið tí um umhvørvið, við at skilja burturkast og latið gips til tyrvingar - eisini allar smærri avskurðir. Gips er framleitt úr náttúrligum tilfari, og skal tí tyrvast. umframt dálking, fer brenning av gipsi eisini sera illa við Brennistøðini hjá IRF. Gips, sum verður latið til tyrvingar hjá IRF, verður tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi, har tað ongan skaða ger á umhvørvið.

Borgarar kunnu lata gips inn á kommunala endurnýtsluplássið. Sambært reglugerð frá Umhvørvisstovuni skal gips ikki blandast saman við øðrum burturkasti. Gips skal latast inn í lokaðari bingju ella stórsekki, Tað er týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum. Upplatingartíðirnar fyri kommunalu endurnýtsluplássini kunnu síggjast her: https://irf.fo/bingjuplass/?menuid=1018.

Fyritøkur og kommunur kunnu lata gips til tyrvingar eftir avtalu við IRF á tlf. 41 42 43.

Les meir her: https://irf.fo/?post_type=post&p=2599

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12