Lat bilin standa - Vatnavegurin verður afturlatin fyri ferðslu undir hálvmaratonrenning í Vágum

Landsverk letur Vatnavegin aftur, frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina til flogvøllin, leygardagin 1. september í tíðarskeiðinum kl. 11.30-13.00 í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton.

Metstórur áhugi er fyri tiltakinum aftur í ár, har luttakarar ganga og/ella renna úr Gásadali til Sandavágs, við yvir 900 luttakarum. Umframt tey, sum fara at luttaka í Vatnarenningini, har teinurin er av flogvøllinum til FK í Miðvági. Partur av luttøkugjaldinum verður latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran, ið skipar fyri umsorgnarbólkum fyri børnum, sum hava mist.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12