Lættari hjá borgarum at boða frá

images megafone b33d7

Nú er lættari hjá borgarum at boða Sørvágs kommunu frá ymiskum. Tað veri seg alt frá brostnum perum í lyktapelum til vespubúgv ella rottu. Far undir ´fráboðan´ á forsíðuni á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu. Fyll navn og teldupost adressu út, skriva í stuttum hvørji tíni boð eru og trýst send. Boðini verða skrásett og send víðari í skipanini. Tað er einfalt og lætt at avgreiða boð á henda hátt. Borgarar eru sjálvsagt framvegis vælkomninr at ringja inn við boðum, ella kom inn á gólvið, men nýggja skipanin hevur tann fyrimun, at boðini verða skrásett. Eisini er henda skipan hent at brúka tá telefonirnar ikki svara. Finn "fráboðanarknøttin" her. http://www.sorvag.fo/index.php/frabodan

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12