Útbjóðing

Í sambandi við nýggja útstykking undir Middagsvarða í Sørvági verður arbeiðið hervið boðið út í almennari lisitatión samsvarandi galdandi reglum.

Í síni heild fevnir verkætlanin um grevstur og planering av vegum og leiðingar til 18 nýggj grundøki.

Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Sørvágs kommunu, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur "Útstykking undir Middagsvarða", skulu vera skrivstovuni hjá Sørvágs kommunu, Varðagøta 8 FO-380 Sørvág, í hendi seinast mánadagin 20. august kl. 13:00.

Lisitatiónin verður sama dag kl. 13:05, har teir bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir.

Sørvágs kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ongum at taka av.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12